40 nýggir bussar hjá Bygdaleiðum

Nýggi sáttmálin um koyringina hjá Bygdaleiðum tekur við í dag 1. mai, og um 40 spildurnýggir bussar, við fleiri nýggjum arbeiðstakarum, koyra nú kring landið

Sáttmálarnir vórðu bjóðaðir út í fjør, og 11. juli í fjør, boðaði Strandferðslan frá, hvør hevði vunnið útbjóðingina. Hvør hevði vunnið Sandoyarleiðina og Suðuroyarleiðina var tó ikki kunngjørt fyrr enn 30. august, tí at hesar leiðirnar vórðu bjóðaðar út av nýggjum.

Útbjóðingartilfarið ásetti, at búskaparliga besta boðið varð valt. Búskaparliga besta boðið var ein samlað vekting av prísi, góðsku av rakstri og góðsku av rakstrartólum.

Hesar fyritøkurnar vunnu útbjóðingina:

  • IR Lastbilar Sp/f, pakki 1 (leiðirnar 100, 101 og 300)
  • Sp/f Zafira, pakki 2 (leiðirnar 200, 201, 202, 440/480, 442 og 481)
  • Sp/f Landleiðin, pakki 3 (leiðirnar 400, 401, 410, 500, 504 og 506)
  • Sp/f Handilshúsið, pakki 4 (leiðirnar 600 og 601)
  • Suðuroyar Bygdaleiðir Sp/f, pakki 5 (leiðirnar 700 og 701)

Sandoyggin, pakki 4, er valt út at vera eitt menningarøki fyri grønari orku, og har koyrir nú fyrsti el-bussurin í landinum.
Tilsamans vóru 12 boðgevarar, sum í alt góðu 19 boð.

##med2##

Allir teir nýggju bussarnir taka koyristólar og eru við í eini GPS skipan, soleiðis at ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú. Harumframt hava allir bussarnir EURO 6 og EURO 6d norm, ið er mest umhvørvisvinarliga loysnin fyri bussar, ið koyra við diesel.

Miðalaldurin á teimum um 40 bussunum hjá Bygdaleiðum er nú farin frá 10 árum til null ár.

Nýggju sáttmálarnir eru galdandi komandi sjey árini.

##med3##

Nakrir av teimum, sum vunnu útbjóðingina (mynd: ssl.fo)