Mynd: Albert Protopopov

40.000 ára gamalt úlvahøvur funnið í permafrosti

Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur funnið eitt forsøguligt úlvahøvur, sum er so væl varðveitt eftir 40.000 árum í permafrosti.

 

Mynd: Albert Protopopov

 

Russiskir granskarar hava funnið eitt fryst úlvahøvur við tonnum, tjúkkum skinni og óskalaðum heila í permafrostinum í Sibiria. Hetta forsøguliga úlvahøvur er 40 sentimetrar langt, og tað svarar til umleið hálva kropslongd av einum vaksnum úlvi í Russlandi í dag.

Tað vóru lokal veiðifólk í Sakha-økinum í landnyrðingspartinum av Russlandi, sum funnu úlvahøvurið. - Hetta er fyrstu ferð, at nakar hevur funnið eitt forsøguligt úlvahøvur, sum er so væl varðveitt eftir 40.000 árum, sigur Albert Protopopov, stjóri á Vísundastovninum í Sakha.

Albert Protopopov heldur, at úlvurin hevur verið millum tvey og fýra ára gamal, tá hann doyði. Nú arbeiða russiskir granskarar saman við granskarum í Toykyo við at seta saman eitt 3D-modell av høvuðskálini og heilanum á úlvinum, samstundis sum serfrøðingar í Stockhólmi greina dna'ið á úlvinum.

Sambært Siberian Times, sum fyrst bar hesi tíðindi, var ivi í fyrstani um, hvørt talan kundi vera um høvdið á einari bjørn - ella, um hetta kundi vera ein løgin blanding av úlvi og bjørn. Men, Albert Protopopov váttar, at talan er um høvdið á einum úlvi, sum tó er størri enn høvdið á teimum úlvum, sum liva í Sibiria í dag.

Sambært stjóranum á Vísundastovninum í Sakha er líkt til, at tað er ísur, sum er orsøkin til, at høvdið er vorðið leyst av kroppinum, men hann kann tó ikki útiloka, at høvdið er skorið av. Hesi viðurskifti verða nú kannaði nærri, tí tað eru eingi prógv um, at fólk vóru um hesar leiðir fyri so mongum árum síðan.

Ætlanin er eisini at finna út av, um úlvakroppurin kann verða at finna, har lokalu veiðifólkini funnu úlvahøvurið. Vísundastovnurin í Sakha kannar eisini eina forsøguliga holuleyvu, sum er funnin í frostinum, og Albert Protopopov sigur við CNN, at roknast kann við, at ymiskt fer at verða funnið, nú permafrostið í Sibiria tiðnar.

 

 

Mynd: Albert Protopopov