40.000 krónur til bestu høvuðsritgerðina um ríkisfelagsskapin

Ert tú kandidatlesandi og umhugsar, hvat tú skalt skriva høvuðsritgerð um? So er her kanska eitt hugskot til tín

(Tekning: Rasmus Sand Høyer / Jyllands Posten)

(Tekning: Rasmus Sand Høyer / Jyllands Posten)

Danska stjórnin hevur sett sær sum mál at knýta londini í ríkisfelagsskapinum nærri saman. Fyri at røkka málinum eru nøkur tiltøk sett í verk, og nú hevur danska undirvísingarmálaráðið kunngjørt enn eitt átak.

Talan er um eina kapping til kandidatlesandi, sum velja at skriva um Føroyar, Grønland ella ríkisfelagsskapin. Tey, sum velja at skriva sína høvuðsritgerð um hetta, eru í kapping um 40.000 krónur - og besta ritgerðin vinnur.

Hetta er ætlað teimum høvuðsritgerðum, sum eru avleveraðar á vári 2020; og kappingin verður endurtikin í 2021 og 2022. Lesandi frá universitetum bæði í Danmark, Grønlandi og Føroyum kunnu luttaka.

- Kappingin hevur sum endamál at skapa størri kunnleika til hvønn annan í ríkisfelagsskapinum - serliga millum ung, sigur Undirvísingarmálaráðið. Tú kanst lesa meira um hesa kappingina HER.

(Tekning: Rasmus Sand Høyer / Jyllands Posten)