35 ár á Deildunum á Eirargarði 14-16

Júst afturkomin av hugnaligari samkomu í sambandi við at Deildirnar á Eirargarði 14-16 byrjaðu fyri júst 35 árum síðani, kann eg ikki lata vera við at stinga nøsina fram og gera nakrar viðmerkingar til tað, sum eg upplivdi har úti ídag.

 

At starvsfólk og avvarðandi hava gjørt eitt megnar arbeiði øll hesi nógvu árini, fyri at fáa deildirnar at vera so heimligar sum møguligt, er eitt satt bragd í sjálvum sær. Hetta hevur bara kunna latið seg gera, tí at øll hava gjørt sítt besta fyri at fáa so væl burturúr sum tilber.

 

Til samkomuna vóru nógv fólk komin saman og harímillum vóru nógvir núverandi og fyrrverandi politikarar. Røður vóru hildnar, bæði av landsstýriskvinnuni, almannastjóranum, avvarðandi, politikarum og fyrrverandi starvsfólkim.

 

Tað, sum fær meg at taka til pennin, hóast eg hevði lovað mær sjálvum ikki at blanda meg,  eru tey orðini sum bæði landsstýriskvinnan og almannastjórin søgdu, nevniliga at nú var ætlanin at renovera Eirargarð 14-16 og samstundis at gera hinar deildinar, sum nú ikki verða brúktar til bústað, aftur til bústaðir til menningartarnað í meginøkinum. 

 

Hetta er eftir mínum tykki "hol í høvdið". Tað fer at kosta so stórar upphæddir at gera deildinar til góðar og hóskandi bústaðir til menningartarnað í 2015, at tað snøkt sagt er at tveita peningin út ígjøgnum vindeygað. Deildirnar eru bygdar soleiðis, sum man í Danmark bygdi í seksti og sjeytiárunum. Rúmini eru alt ov lítil, toiletmøguleikarnir heilt út av lagið og felagsrúmini alt ov lítil. Um íbúgvarirnir skulu hava tað pláss, sum teimum tørvar hvør sær, so meti eg at hægst 24 íbúgvarar kunnu búgva tilsamans á øllum fýra deildunum. Her verður hugsa um at umleið helvtin ella fleiri av íbúgvarunum sita í koyristóli.

 

Eg veit væl at nógv avvarðandi eru sera góð við stovnin, men har má man hugsa um, at tað eru íbúgvararnar og starvsfólkini, tey eru góð við og ikki sjálvt húsið.

 

At tað eru fakfólk innan umsorgan og pedagogik, sum halda at gott hevði verið at nýtímansgera Eirargarð, má koma av at tey fyristilla sær at hetta kann gerast skjótt og ikki vera so kostnarðarmikið.

 

At tað finnast fakfólk innanfyri tað byggitekniska, sum halda at tað er møguligt at gera Eirargarð 14-16 brúkiligan sum stóran stovn, kann bara vera tí at teir ikki hava rokna uppá, hvat skal til fyri at gera stovnin nóg góðan til menningartarnað í 2015.

 

Eirargarður 14-16 er slitin aftaná 35 ár við minimalum viðlíkahaldi, og tí treingir bygningurin  í øllum førum til eina renovering, men at renovera og umbyggja so nógv, sum tørvur er á, til at verða hóskandi bústaður til menningartarnað anno 2015, krevur eftir mínum tykki meira pening enn ein hóskandi nýggjur stovnur kann byggjast fyri.

 

Harafturímóti kann Eirargarður 14-16 saktans brúkast til onkra skrivstovu, tí rúmini eru væl egnaði til skrivstovur. Har eru felags hølir, sum sagtans kunnu brúkast til fundarhølir og annað skrivstovulíknandi virksemi. 

 

Lat tað vera sagt beinan vegin, at undirritaði, í sínum starvi sum leiðari innan serstovnaøkið í fjórings øld, sjálvandi hevur gjørt fleiri óhepnar íløgur, tá talen hevur verið um at seta sambýlir á stovn, sum eftirtíðin hevur víst ikki hava verið nóg væl eygnaði til endamálið.  Við rygginum móti múrinum vóru ikki altíð umstøður at vera kritiskur. At man so í nógv ár ikki hevur raðfest viðlíkahald og forbetringar av hesum ognur, ger ikki støðuna betur.

 

Men at man nú, í óðum verkum fer at gera somu mistøk við aftur at umbyggja Eirargarð 14-16 einaferð afturat er ikki skilagott.

 

Eg hevði ikki ætla mær at blanda meg í orðaskiftið á mínum gamla arbeiðsøki, men nú er tað sagt.

 

Eg fari at ynskja Almannaverkinum og Trivnaðardeildini alt tað besta í komandi trupla arbeiði sínum at fáa til vega hóskandi bústaðir til menningartarnað og onnur við serligum avbjóðingum.

Bjarni Clementsen,

fyrrverandi leiðari á Eirargarði 14-16 og Serstovnadeildini