Mynd: Ritzau/Scanpix

41 doyðu í brennandi flogfari í Moskva

41 eru deyð og fleiri eru særd, tá eitt brennandi flogfar neyðlendi í Moskva, skrivar tíðindastovan Interfax.

Mynd: Ritzau/Scanpix

41 fólk eru deyð, eftir at brennandi flogfar seinnapartin neyðlendi á einum flogvølli í Moskva. Tað váttar talsfólk fyri kanningarfólk á staðnum fyri tíðindastovuni Interfax.

Tað var eitt flogfar av slagnum Sukhøj Superjet 100 hjá Aeroflot, sum var fyri vanlukkuni. Við flogfarinum vóru tilsamans 73 ferðafólk og fimm av manningini, tá tað neyðlendi á Sjeremetjevo-flogvøllinum.

##med2##

Flogfarið var sambært russiskum miðlum á veg úr Moskva til Murmansk, tá tað boðaði frá einum tekniskum trupulleika og vendi við. Tað er enn ikki upplýst, hvør trupulleikin var.

Ein kelda á flogvøllinum sigur fyri tíðindastovuni AP, at eldur kom í flogfarið, tá tað neyðlendi sera harðliga. Ein onnur kelda sigur við Tass, at eldur kann vera komin í flogfarið av snarljósi, sum rakti flogfarið í luftini. Orsøkin til vanlukkuna er tó enn ógreið.

Russiskt sjónvarp vísti myndir av svørtum royki, sum kom úr aftara endanum á flogfarinum, skrivar Reuters. Á Twitter hava fleiri deilt dramatiskar upptøkur av brennandi flogfarinum, sum lendir á flgovøllinum. Á upptøkunum er eldur um allan afturpartin á flogfarinum.

##med3##

Aðrar videoupptøkur vísa ferðafólk, sum skreiða niður eftir uppblástu neyðsliskunum og renna burtur frá brennandi flogfarinum. Stutt eftir klokkan 17 okkara tíð varð boðað frá, at eldurin var sløktur, skrivar Tass.

 

/ritzau/

 

 

Mynd: Ritzau/Scanpix

Ógreitt er, um eldur kom í flogfarið, tá tað lendi, ella um eldur kom í meðan tað var á flogi

Mynd: Ritzau/Scanpix

Ógreitt er, um eldur kom í flogfarið, tá tað lendi, ella um eldur kom í meðan tað var á flogi