424.000 ferðandi um flogvøllin í fjør

Talið á teimum ferðandi um Vága Floghavn er vaksið tvífalt so skjótt samanborið við, hvat varð væntað fyri 10 árum síðani. Í 2030 væntast 800.000 ferðandi um árið

– Tá ið metingar vórðu gjørdar í 2009, 2010 og 2011, væntaðu vit, at tað var ikki fyrr enn í 2025, at tað fóru at ferðast 400.000 ferðafólk um Vága Floghavn í einum ári. Men longu í fjør, náddu vit hetta málið, sigur Regin I. Jakobsen.

424.000 ferðaðust um flogvøllin í fjør, og tað er ein vøkstur, sum svarar til 12,3 prosent.

– Tá ið flogvøllurin varð teknaður, og ætlanirnar vórðu lagdar í 2009 til 2011, vóru um 200.000 ferðafólk, og tá hevði vøksturin ikki verið stórur í nøkur ár. Vit mettu tá at raka 400.000 ferðandi í 2025, og at flogvøllurin tí var framtíðartryggjaður til tá, sigur hann.

Men eftir at útbyggingin varð gjørd, tók vøksturin veruliga dik á seg og gjørdist munandi størri, enn framskrivingarnar tá søgdu.

Meira enn helvtin útlendingar

– Vøksturin hevur verið munandi størri enn vit høvdu væntað. Serliga er tað lutfalsliga talið á útlendingum, ið er nógv vaksið. Fyrr vóru umleið 70 prosent av teimum ferðandi føroyingar, meðan 30 prosent vóru útlendingar. Nú er helvt um helvt føroyingar og útlendingar, ið ferðast um flogvøllin. Ja, um vit telja føroyingarnar, ið eru búsitandi uttanlands sum útlendingar, eru meira enn helvtin útlendingar, ið ferðast um flogvøllin, sigur Regin I. Jakobsen.

Stjórin í Vága Floghavn væntar ikki, at tað verður so stórur vøkstur av føroyingum, ið ferðast um Flogvøllin í framtíðini.

– Hóast nógvir føroyingar ferðast meira enn onnur, millum annað tí at fleiri ferðast í arbeiðsørindum, eitt nú sjómenn, handverkarar og onnur arbeiðsfólk, so er tað kortini avmarkað, hvussu nógv vit kunnu ella klára at ferðast. Vit eru jú bara 52.000 føroyingar. Vit vænta tí ikki so stóran vøkstur komandi árini av føroyskum ferðandi, sigur Regin I. Jakobsen.

##med2##

800.000 ferðandi í 2030

Framtíðar ferðafólkavøksturin verður hinvegin í størri mun av útlendingunum, væntar leiðslan í Vága Floghavn.

– Vit hava gjørt framskrivingar, og tær siga, at vit fara at hava 600.000 ferðafólk í 2025 og 800.000 í 2030. Vit vænta ikki eins stóran vøkstur sum árini, ið eru farin. Vøksturin í fjør var 12,3 prosent; vit vænta 8,2 prosent í ár, 7 prosent í 2021 og so minkar tað spakuliga til 2025, tá ið tað vera 6 prosent. Vit hava eisini tosað við Atlantic Airways og teirra metingar liggja á sama støði, sigur Regin I. Jakobsen.

Trongligt tá ið veðrið ávirkar

Stjórin vísir á, at sum ferðamynstrið um Vága Floghavn er, er neyðugt at fáa eina størri farstøð.

– Tað eru flogvøllir aðrastaðni, sum eru á somu stødd sum flogvøllurin í Vágum, har tað ferðast fleiri ferðandi. Men tá kunnu tey spjaða tey ferðandi so at siga alt samdøgrið, so at tað ikki vera so nógv, sum koma í senn. Men vit hava ikki heilt sama møguleika, sigur hann.

Hann vísir á, at tað vanliga eru nógv ferðandi við hvørjum flogfari, og at tað ikki eru so nógvar komur og fráferðir hvønn dag, og tí verður ofta rættiliga trongligt í fráfaringarhølinum.

– Tað er serliga avbjóðandi um summarið, tá ið tað eru nógv flogfør, og um tað er mjørki, ella veðrið spælir inn á annan hátt, og tá ið so ein skái er, kunnu fýra ella fimm flogfør lenda innanfyri einum tíma, og tá er sera trongligt, sigur Regin I. Jakobsen.

Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn (Mynd: Álvur Haraldsen)