4,3 milliónir krónur í meirnýtslu til tænastumannaeftirlønir

Í fíggjarlógini fyri 2018 vórðu játtaðar 118 mió.kr. til tænastumannaeftirlønir, men nýttr vórðu 122,3 mió.kr.

 

 

Landsgrannskoðanin er komin við frágreiðingini um frávik millum játtan og nýtslu fyri fíggjarárið 2018.

Landsgrannskrivarin skrivar, at sambært landsstýrismanninum fóru fleiri persónar frá við eftirløn, enn mett í fíggjarlógini, og biðið varð ikki um eykajáttan á heysti, tí Løgtingið ikki hevur møguleika at gera broytingar í lóggávuni, sum kunnu minka um útreiðslurnar.