44 fingu skaða av eftirgjørdari aldu

Eitt funktionelt brek í maskinuni, sum eftirger aldu, var orsøkin til álvarsliga tilburðin í Kina.

 

 

 

Nú summar er, og nógv fólk ferðast kring heimin, eru eisini onkrar hendingar á frítíðarstøðum, sum eru minni hepnar - og aðrar beinleiðis vandamiklar.

Herfyri lótu eini tvey fólk lív í einum tivoli í India og mong fingu skaða, og nú um dagarnar gjørdust gestir í einum vatnlandi í Kina eisini rættiliga skakkir.

Í tí eina hylinum, har hæddarpunktið er ein eftirgjørd alda, gjørdist henda eina aldan nógv størri, enn hon ætlandi skuldi havt verið.

Sagt verður, at eitt sonevnt funktionelt brek í maskinuni, sum eftirger aldu, var orsøkin til álvarsliga tilburðin.

Soleiðis, sum viðhefta filmsbrot vísir, var aldan í kinesiska vatnlandinum so mikið stór, at tilsamans 44 fólk fingu skaða. 

Filmsbrotið sæst um hesa leinkju - 

https://www.vgtv.no/video/181907/aner-fred-og-ingen-fare-saa-treffer-boelgen