46.468 fleiri ferðafólk í fjør

46.468 fleiri ferðafólk ferðaðust um flogvøllin í Vágum í fjør í mun til undanfarna ár. Tað svarar til ein vøkstur á 12,3%. Upp á átta ár er vøksturin á flogvøllinum tvífaldaðu. Tað er seks ár skjótari enn metingarnar søgdu

Metingarnar í 2010 søgdu, at tað var ikki fyrr enn í 2025, at 400.000 ferðafólk fóru at ferðast um flogvøllin í Vágum. Men vøksturin hevur verið nógv størri enn mett tey síðstu átta árini. Hann hevur svingað millum 1,8% og 16,8%.

Vøksturin hevur sær soleiðis út:

2019: 12,3%

2018: 10,7%

2017: 16,8%

2016: 5,8%

2015: 10,4%

2014: 6%

2013: 4,7%

2012: 10,8%

2011: 1,8%

Í 2011 ferðaðust 203.499 ferðafólk um flogvøllin í Vágum. Í 2019 var talið komið upp á 424.281 ferðandi.

Framgongd var í 11 av mánaðunum í fjør. Tað var bara í mars at tað vóru færri ferðafólk. Hetta er orsaka av at páskirnar ikki altíð fella í sama mánaði.

##med2##

##med3##

800.000 ferðandi í 2030

– Vit hava gjørt framskrivingar, og tær siga, at vit fara at hava 600.000 ferðafólk í 2025 og 800.000 í 2030. Vit vænta ikki eins stóran vøkstur sum árini, ið eru farin. Vøksturin í fjør var 12,3 prosent; vit vænta 8,2 prosent í ár, 7 prosent í 2021 og so minkar tað spakuliga til 2025, tá ið tað vera 6 prosent. Vit hava eisini tosað við Atlantic Airways og teirra metingar liggja á sama støði, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága Floghavn.

Ferðafólkatalið í 2019