49 grundstykki afturat á Strondum

Hugurin at seta búgv í Sjóvar kommuna hevur neyvan verið størri enn nú. Øll verandi grundstykki við Hálsatjørn og við Fríðufløtur eru seld, og nú fyrireikar kommuna at gera 49 grundstykkir afturat

 

 

– Vit merkja ein øktan tørv á nýggjum bústøðum, og øll okkara tøku grundstykkir vórðu seld eftir stuttari tíð, umframt at fleiri liggja framvið fyri at fáa eitt stykki, tá ið møguleikin er har, skrivar Sjóvar kommuna á heimasíðuni

Seinastu árini hevur Sjóvar kommuna gjørt fleiri smærri og størri útstykkingar.

Í Geilini og Innan Glyvur verða í fyrstu atløgu gjørd trý nýggj grundstykkir og á Selatrað verður fyrireikað ein útstykking til nøkur grundstykkir við Skúlagøtu.

Í 2017 vórðu gjørdar útstykkingarætlanir á Fríðufløtum og við Hálsatjørn á Strondum. Tilsamans 11 grundstykkir við Fríðufløtur og 42 grundstykkir við Hálsatjørn, umframt tvey størri øki til møguliga tættari bygging. Øll tey 53 grundstykkini til sethús eru longu seld, og vit fara í næstum at bjóða økini til tættari bygging út alment, skrivar Sjóvar kommuna.

– Vísandi til tørvin á grundstykkjum, hava vit gjørt fyrireikingar til eina møguliga víðkan av útstykkingarøkinum við Hálsatjørn. Á vegastrekkinum, ið gongur frá útstykkingini við Hálsatjørn og oman ímóti Raktanga, eru gjørdar fyrireikingar til síðuvegir, har ið pláss verður fyri tilsamans 49 vanligum grundstykkjum, skrivar kommunan.

Enn er støða tó ikki tikin til samansetingina av grundstykkjunum í hesum økinum, um tað bara vera grundstykkir til vanlig sethús, ella kommunan eisini fer at bjóða øki til íbúðarbygging við meira.

Tað hevur gingið sera væl við útstykkingararbeiðinum. Tað er Munin Sp/f, ið hevur projekteringin undir hond, og sjálvt jørðarbeiðið verður gjørt av Voyt Sp/f, ið samstarvar við Kreton.