50 ár síðan mánalendingina

Tann 20. juli í 1969 gingu Neil Armstrong og Buzz Aldrin á mánanum.

 

Leygardagin 20. juli eru 50 ár liðin, síðani rúmdarfarið við Neil Armstrong, Buzz Aldrin og Michael Collins lendi á mánanum. Rúmdarferðin Apollo 11 verður hildin at vera eitt av størstu brøgdunum í menniskjasøguni.


»Hetta er bert eitt lítið fet fyri menniskju, men eitt risafet fyri mannaættina«

Hesi orðini hjá Neil Armstrong hoyrdu milliónir í beinleiðis sjónvarpi ella útvarpi, tá hann seks tímar eftir, at rúmdarfarið lendi á mánanum, steig út stutt eftir midnátt tann 21. juli í 1969.

Hóast orðini hesi 50 árini eru endurgivin óteljandi ferðir, eru tey ikki heilt røtt. Neil Armstrong hevur nevniliga gjørt greitt, millum annað í sambandi við 30 ára dagin, at hann bleiv misskiltur.

- Í veruleikanum segði eg, ”eitt lítið fet fyri ’ein’ mann”, men fólk hoyrdu tað ikki, hevur Neil Armstrong fyrr sagt. 


Mintist vinmannin Neil Armstrong

Aftaná góðar 21 tímar á mánanum, vórðu rakettirnar aftur tendraðar, og teir tríggir rúmdarmenninir lendu aftur á jørðini 24. juli og vórðu móttiknir sum hetjur. Teir vóru tó fyrst koyrdir í karantenu í 21 dagar, orsakað av vandanum fyri møguligum bakterium frá mánanum.

Í sambandi við 50 ára dagin, verður eisini maðurin, ið fekk heiðurin at vera fyrstur at stíga á mánan, Neil Armstrong, heiraður í miðlum kring heimin.

Hann doyði í 2012, 82 ára gamal.

Í almennum skrivi minnist Buzz Aldrin aftur á stóru hendingina, men eins nógv skrivar hann um vinmannin, Neil Armstrong.

- Eg eri sera syrgin um, at mín góði vinur ikki er við okkum longur. Eg vildi ynskt at Neil, Mike og eg sjálvur kundu hátíðarhalda hendan dagin saman, 50 ár eftir at vit lendu á mánanum, sigur Buzz Aldrin millum annað í almenna skrivinum.