50 ára gomul: - Fólk halda eg eri tannáringur

- Eg havi ikki broytt útsjónd, síðan eg var 21 ára gomul, sigur 50 ára gamla, Shany Hagan, úr enska býnum, York.

 

Tað er ikki bara lætt hjá Shany Hagan úr York, at hon sær so ung út, tó at hon er farin um tey 50. Hon eigur ein 17 ára gamlan son, og tað eru mong, ið ikki kenna tey, sum halda, at tey bæði eru systkin.

Tá hon keypir rúsdrekka ella skal í biograf, har fólk skulu verða 18 ár og eldri, verður stundum spurd um samleikaprógv. Shany Hagan livir sum støk, men tá hon var úti við sjeiki, spurdu fólk, um tað var pápin.

Hon heldur eisini, at tað, at hon livir sum støk, partvís er við til at halda hana unga, tí tá skal hon ikki togast við ein mann um nakað. Tá sjeikur eisini verður hildin at vera pápi hennara, ynskir hon at liva sum støk. 

Shany Hagan arbeiðir sum modell og sjónleikari, og hon hevur klárað seg væl í stórum vakurleikakappingum millum ungar kvinnur. - Mín útsjónd er ikki broytt, síðan eg var 21 og fólk, eg ikki kenni, halda, at eg eri um henda aldur.

Við blaðið Mirror sigur hon, at tá hon var yngri, høvdu fólk trupult við at taka hana í álvara, tí hon sá so ung út, men nú hon er vorðin 50 ára gomul, heldur hon tað vera deiligt, at hon sær út sum 21.

##med2##

- Fólk gerast ovfarin, tá tey hoyra, at eg eri 50, og tey vilja vita, hvør gátan er. Men, tað er so einfalt. Eg eri støk, og tað heldur meg unga. Eingin strongd av at liva saman við manni, og eg kann gera tað, eg vil.

Shany Hagan sigur, at fólk eisini spyrja, um hon hevur gjørt nakað við seg sjálva, men tað hevur hon ikki. Hon sær bara soleiðis út, og tað hevur hon altíð gjørt. - Fólk hildu meg vera eina unga mammu, men eg var faktiskt 32, sigur hon.

Hvørt kvøld, áðrenn hon fer í song, smyr Shany Hagan andlitið inn í honning, sum hon hevur á sær í ein hálvan tíma, áðrenn hon vaskar honningin av aftur. Hon heldur tó eisini, at útsjóndin er arvalig.

- Foreldur míni síggja eisini ung út, so vit eru heppin, sigur Shany Hagan í einari størri samrøðu við Mirror.

Vit kunnu eisini siga, sum Black Birds sungu á sinni: "Áh Guð, tað er hart at spæla fótbólt... tá man sær so gott út sum eg... "