50.000 heimleys eftir eld í Bangladesh

Ein stórur eldur hevur brent umleið 15.000 hús í grund í høvuðsstaðnum Dhaka í Bangladesh, og um 50.000 fólk er vorðin heimleys.

Nógv hús í býarpartinum Chalantika, sum verður roknað sum slumm, høvdu plasttekju, og hildið verður, at plasttekjurnar gjørdu sítt til, at eldurin spjaddist so skjótt og lætt.

Tað er framvegis ikki greitt, hvussu eldurin kyknaði, men hóast nógv fólk hava fingið skaða, so eru ongar fráboðanir, um fólk, sum hava latið lív.

BBC boðar frá, at tað tók sløkkiliðum í Dhaka meira enn seks tímar at basa eldinum.

Stjórnin í Bangladesh hevur boðað frá, at arbeitt verður í løtuni við at fáa neyðsynjavørður og hjálp til teirra, ið standa eftir uttan innivist.