50.000 krónur er eisini pengar

Tað var ikki nógv himpr hjá tí, sum fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka-spælinum í kvøld.

 

Tað var Elisabeth Hammer í Hvalba, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld. Hon helt tað vera best at hava fjarritara, og fjarritari var Kaj Madsen.

Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur, og eins og so mong onnur undan henni, valdi Elisabeth Hammer at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar.

Tá hjólið soleiðis varð drigið fyrstu ferð, vóru 500.000 krónur í hvørjum leypi.

Í fyrsta og einasta drátti í Gekka-spælinum í kvøld steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Í fyrsta drátti verður talið faldað við fimm, soleiðis at Elisabeth Hammer nú hevði 50.000 skattafríar krónur.

Hetta er ein so mikið góður vinningur, helt hon, at hon avgjørdi at steðga longu eftir fyrstu royndina.

- Ja, 50.000 krónur er nógvir pengar, helt gekka-verturin fyri - og í hinum endaðum svaraði fjarritarin: - Ja, tað er eisini pengar, segði Kaj Madsen, sum vegna Elisabeth Hammer takkaði fyri vinningin.

At enda segði gekka-verturin, at høvuðsvinningurin næsta fríggjakvøld verður á 1,5 miljónir krónur.

##med2##

 

 

 

 

500.000 krónur vóru í hvørjum leypi í Gekka-spælinum í kvøld.