500.000 krónur til sálarligu heilsu í Libanon

Reyði Krossur Føroya hevur gjørt av at senda 500.000 krónur til arbeiðið við psycho sosialum stuðli í Libanon

Síðani stríðið í Sýria byrjaði fyri meir enn níggju árum síðani, hevur Libanon tikið ímóti fleiri enn 1,5 milliónum sýriskum flóttafólkum. Hetta kom omaná at Libanon longu í áravís hevur hýst hundraðtúsundtals palestinskum flóttafólkum. Libanon er eitt lítið land og hevur tað hægsta talið av flóttafólkum per íbúgva í heiminum, skrivar Reyði Krossur í Føroyum í tíðindaskrivi. 

Floymurin av sýriskum flóttafólki hevur lagt stórt trýst á tí frammanundan veiku almennu tænastuskipanina. Økini, har flóttafólkalegurnar liggja, eru ógvuliga fátøk og mangla grundleggjandi hentleikar. Familjur eru ofta noyddar at taka ómøguligar avgerðir – ímillum at brúka tann avmarkaða peningin, tey eiga til mat ella lækna.

Nógvar familjur hava heldur ikki ráð at endurnýggja skrásetingina fyri flóttafólk, og liva tí sum statsleys, og hava sostatt ikki atgongd til arbeiði og almennar tænastur. Harafturat leiðir henda drúgva, varandi kreppan til vaksandi spenning ímillum vertssamfelagið og flóttafólk. 

Slíkar avbjóðingar hava við sær, at sálarliga heilsan hjá bæði flóttafólkum og hjá Libanesum versnar. Tí setti Libanesiski Reyði Krossur sær í 2014 fyri at arbeiða við psycho sosialum stuðli (PSS). Tey arbeiða serliga við at betra um sálarligu heilsuna hjá flóttafólki og veikaru partunum í vertssamfelagnum, og við at fyrireika og stuðla starvsfólkum og sjálvbodnum, sum arbeiða í økinum, soleiðis at tey kunnu betra um mótstøðuførið, læra at stuðla hvørjum øðrum og at handfara strongd, verður sagt í tíðindaskrivinum.