55 fólk í sóttarhald í Grønlandi

55 ferðafólk, sum vóru í flogfarinum úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq mánadagin, skulu í sjálvboðið sóttarhald heima fyri at byrgja upp fyri møguligari útbreiðslu av corona-virus í Grønlandi.

 

 

Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix

Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix

 

Sermitsiaq skrivar, at trý fólk, sum vóru í flogfarinum, eru undir illgruna fyri at vera smittað við corona-virus. Tey eru nú í sóttarverju á hotelli í Kangerlussuaq. Ferðafólkini, sum sótu nærmast hesum trimum í flogfarinum, eru mett at vera í hávandabólkinum.

Løgregluovastin, Svend Foldager, sigur við Sermitsiaq, at bólkurin av fólki, sum tey meta eru í hávanda í hesum sambandi, telur 55 fólk.

Hesi hava fingið loyvi til at fara heim, um tey sleppa heim innan tvey samdøgur, sum er tíðin, tey ikki kunnu smitta onnur, um tey annars eru vorðin smittað í flogfarinum. Tá tey eru heima, er tilmælið hjá myndugleikunum, at tey fara í sjálvboðið sóttarhald.

- Tað er enn er ikki endaliga staðfest við 100 prosent vissu, um tey trý ferðafólkini, sum kunnu hava borið corona-virus til Grønlands, hava corona-smittuna.

Sermitsiaq veit at siga, at flogfarið, sum kom úr Keypmannahavn til Kangerlussuaq, tók corona-royndirnar við sær úr Grønlandi, og væntandi er, at endaligu svarini fyriliggja antin týsdagin ella í seinasta lagi mikudagin.

 

 

Mynd: Christian Lindgren/Ritzau Scanpix