55 milliónir meira til Landssjúkrahúsið

Í broytingaruppskotinum, sum landsstýrið hevur latið fíggjarnevndini hjá løgtinginum, væntar landsstýrið eina hækking í inntøkunum á 186,5 milliónir krónur sammett við fíggjarlógaruppskotið. Fleiri pengar fara millum annað til Landssjúkrahúsið, viðlíkahald av landsvegum, brúm og tunlum

 

 

Fíggjarmálaráðið skrivar á heimasíðuni, at framskrivaða fíggjarlógin er knappar 300 milliónir hægri enn samtykta fíggjarlógin fyri 2019. Hesar útreiðslur eigur sitandi samgonga onki í. Inntøkurnar hækka við 186,5 milliónum sammett við fíggjarlógaruppskotið, og samgongan hevur valt at raðfesta rakstur og løgur fyri 134 milliónir krónur.

– Fyrst í komandi ári ætlar landsstýrið undir eina tilgongd at fremja tillagingar í rakstrinum, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.

Hóast stutta skotbráið hevur landsstýrið tó gjørt fleiri raðfestingar, sum koma at merkjast.

Til dømis er gjørt av at økja játtanina til Landssjúkrahúsið við umleið 55 milliónum krónum í mun til fíggjarlógina í ár.  Pengarnir eru til økta virksemið í sjúkrahúsverkinum og átøk at fremja viðgerðartrygd.

Eisini verða fleiri pengar settir av til stuðul og hjálp til børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar. Pengarnir fara millum annað til átakið ”Megna títt lív”, ið vendir sær til ungfólk við sálarligum, sosialum og rústrupulleikum.

Og so skal viðlíkahaldið av landsvegakervinum raðfestast, skrivar Fíggjarmálaráðið.
Landsstýrið hevur avgjørt at seta 8 milliónir krónur aftrat framskrivaðu játtanini til viðíkahald av vegum, brúm og tunlum. Viðlíkahaldið á landsvegakervinum hevur verið afturúrsiglt í nógv ár, men nú fer landsstýrið undir eina miðvísa gongd at fáa eftirsleipið burtur. 

Fróðskaparsetrið verður eisini raðfest komandi árini. Pengar verða settir av at arbeiða við Bologna avtaluni, sum er ein tilgongd at fáa útbúgvingarnar á Setrinum altjóða góðkendar.

Harumframt verða raðfestar 2,4 milliónir krónur at menna útbúgving í føroyskum til teir borgarar í Føroyum, sum hava føroyskt sum annaðmál.

– Í broytingaruppskotinum er eisini tikið hædd fyri, at pensjónistar fáa meira at liva fyri, og at skattalætti verður latin til lærlingar, sigur Jørgen Niclasen.