5.818 harur skotnar

Hósdagin 23 januar vóru 5.818 harur skrásettar at vera skotnar í 2019. Tað er nakað meira enn í 2018, men ikki eins nógv sum í 2017

Tað, sum er skrásett er frá 784 túrum í 287 høgum kring landið. Men enn er alt ikki skrásett.

Tað er Eyðfinn Magnussen, lektari í lívfrøði, ið skrásetir, hvussu nógvar harur eru skotnar á facebookbólkinum ”Haruskjóting í Føroyum”. Hann sigur, at enn mangla nakrir hagar at skráseta.

##med2##

– Í teimum "reyðu høgunum" er enn einki skrásett. Tí fari eg enn einaferð at heita á harumenn um at skráseta túrarnar, sigur Eyðfinn Magnussen.
Í høgunum, sum eru vístir við grønum á myndini, sæst, hvussu nógvar harur eru skrásettar í hvørjum haga.

##med3##
##med4##