60 gramm kosta millum 500 og 1000 krónur

Kaviarur úr rognkelsi verður ikki bíligur, tá hann kemur á marknaðin í gløsum.

Cristian M. Sæther við fyrstu gløsunum við kaviari úr rognkelsi.

Cristian M. Sæther við fyrstu gløsunum við kaviari úr rognkelsi.

 

Cristian M. Sæther, sum eigur og rekur Cibus Maris Norway, hevur framleitt síni fyrstu gløs við kaviari úr rognkelsi. Maðurin hevur starvast sum fíggjarligur ráðgevi í Sparebank1 í Norðurnoregi, men hann valdi at gevast í starvinum, tí hann vildi liva og royna dreymin um at framleiða og selja kaviar úr rognkelsi.

Í fjør heyst var hann á stórari matvørumessu í Shanghai í Kina, og málið hjá honum var at fáa kaviarin úr rognkelsi inn á stóra asiatiska marknaðin. Áðrenn Cristian M. Sæther fór á hesa ferð, nevndi hann í samrøðu við iLaks, at hann eisini hevði mett um marknaðin fyri kaviari úr rognkelsi í Noregi.

Men, av tí, at norðmenn ikki hava traditión fyri at eta slíkan kaviar, sá hann ikki so stórt í norska marknaðinum, og tískil tók hann stigið at fara á matvørumessuna í Shanghai fyri at royna eydnuna har. Men, meðan hann var í Kina, broytti hann meining um møguleikarnar á norska marknaðinum.

- Á ferðini í Kina var eg ikki bara á altjóða matvørumessuni í Shanghai, men eg var eisini saman við norskum fyritøkum, sum hava sítt virksemi innan aling og fiskiskap. Sambondini, eg fekk á hesi ferð, søgdu mær, at áhugin í Noregi fyri kaviari úr rognkesi kortini er rættiliga stórur.

Tí fara Cristian M. Sæther og Cibus Maris Norway í fyrsta lagi at leggja seg eftir norska marknaðinum, tó at asiatiski marknaðurin framvegis er áhugaverdur. Kaviarur úr rognkelsi er ætlaður til serhandlar, hotell og matstovur. Handlar, sum selja gerandisvørur, eru í hesum sambandi ikki áhugaverdar.

- Eg kann ikki fara í Rema 1000 við einum glasi á 60 gramm við kaviari úr rognkelsi, sum skal kosta millum 500 og 1000 krónur, sigur Cristian M. Sæther brosandi. In.fo kann leggja aftrat, at her er talan um norskar krónur, og norska krónan er umleið 3/4 av einari danskari krónu.

Sambært iLaks er ætlanin hjá Cibus Maris Norway, at virkið skal framleiða 8000 gløs við kaviari í ár, og hesi rogn eru longu keypt inn í 2019. Nú stundar so aftur til nýggja rognavertíð, og ætlanin hjá Cristian M. Sæther er at koma upp á 50.000 gløs við kaviari úr rognkelsi um árið.

 

 

Cristian M. Sæther við fyrstu gløsunum við kaviari úr rognkelsi.