60 miljónir tiknar frá føroysku kommununum

Í seinastu løgtingssetu við Javnaðarflokkinum á odda vórðu lógaruppskot samtykt á Føroya løgtingi, ið beinleiðis kostaðu føroysku kommununum 60 miljónir kr.

Hetta var meðan Javnarflokkurin sat við róðrið í almannamálum, at trý lógaruppskot vórðu samtykt, t.e. skattligu broytingar í lógini um fyritíðarpensjónir, broytingar í lógini um tvungna uppsparing av pensjónum og broytingar í forskattingini av pensjónum.

Tvey tey seinastu lógaruppskotini vóru beinleiðis tengd at fíggingini av eldraøkinum. Hesi lógaruppskot raktu serliga serliga Suðuroynna og Sandoynna meint.

Um dagarnar boðar Javnarflokkurin - nú í andstøðu - frá, at tað eru føroysku kommunurnar, sum við eini millumkommunalari útjavningarskipan nú skulu javna ójavnan millum økini.

Heldur átti Javnarflokkurin at borið kommununum peningin aftur, ið teir hava tikið frá føroysku kommunum.

Latið kommunala búskapin fáa frið, tað eru føroysku kommunurnar, ið hava staðið fyri størsta búskaparligu framgongdini seinastu árini.

At seta eina millumkommunala útjavningarskipan í verk er ikki loysnin, tað er at taka alt áræði og virkisfýsni frá føroysku kommunum.

Skal javnast út má landið standa fyri hesum. Og eru tað øki í landinum, ið eru hart rakt, so er tað ein landsuppgáva og ikki ein kommunal uppgáva at fáa hetta á beint.

 Annika Olsen

borgarstjóri í Tórshavnar kommunu