Lorturin flýtur í Vágsbotn

Tað er ikki ein tespilig sjón, ið bíðar teimum, sum vitja Vágsbotn í dag.

Tað er ikki ein tespilig sjón, ið bíðar teimum, sum vitja Vágsbotn í dag. Óhumska liggur og flýtur á vatninum og ymiskt burturkast er eisini at síggja á vágni.

 

Mortan Johannesen stendur sum vant og selur fisk. Hann sigur, at hann hevur spulað í ein heilan tíma í morgun, fyri at pynta eitt sindur um søluøkið niðri í Vágsbotni.

 

- Eg tosaði við ein frá kommununi, ið var her og ruddaði í morgun. Teir høvdu ruddað í allan gjár, men allíkavæl var alt økið sera skitið, sigur hann. Turistar halda um nøsina, her teir ganga, sigur Mortan, og onkrir hava nevnt fyri mær, at hetta er ikki tann Havnin, tey hava lisið um í faldarunum.

 

- Eg havi tosað við kommununa, men tey skulu bara “bera boðini víðari,” sigur Mortan. Havnaskrivstovan leggur ábyrgdina fyri upprudding á Brandstøðina, men har siga tey, at tey ikki vita heilt, hvussu tey skulu reinsa vágna, sigur Mortan Johannesen.

 

- Teir kunnu bara bíða í tríggjar dagar, so tekur høgættin alla óhumskuna við sær út aftur, men soleiðis kan Vágsbotn ikki síggja út í tríggjar dagar afturat, sigur hann.