64 føroyskir skótar á veg til USA

Skótarnir og leiðararnir til felagsmynd vesturi í Vágunum áðrenn fráferð. IST'ararnir og tey ið headquarters eru ikki við á myndini

Skótarnir og leiðararnir til felagsmynd vesturi í Vágunum áðrenn fráferð. IST'ararnir og tey ið headquarters eru ikki við á myndini

Seinnapartin í dag fór eitt ferðalið við 64 skótum úr Føroyum til West Virginia í USA á jamboree.

Jamboree er stór altjóða lega, ið alheims skótarørslan heldur 4. hvørt ár. Talan verður hesaferð um 24. jamboreeina, og ár verður hon altso í Summit Bechtel Family National Scout Reserve í West Virginia.

Jamboreein sjálv byrjar 22. juli, so føroysku skótarnir hava nakrar dagar frammanundan at ferðast í eysturpartinum av landinum.

Skótarnir fara í øllum førum ikki at ganga fyri einki, meðan teir eru burtur. Umframt skjótbreyt og møguleikar fyri river-rafting, so kann leguplássið erpa sær av at hava longsta rennistrong og flestar metrar av klatriveggi í USA.

- Annars eru teir vanliga mentanaraktivitetirnir, ið plaga at vera á Jamboree. Tú kanst vitja Global Development Village, har tema er at skapa ein betri heim. Tú kanst læra um burðardygd, og har er enn tá ein workshop, har tú lærir at programmera robottar.

Robottar og programmering er kanska ikki júst tað, ið vit vanliga seta í samband við skótalív, men Eirikur skilir væl, at tað er sett á skrá.

- Yvirhøvur er eitt endamál hjá skótunum, at teir skulu skilja heimin, sum teir liva í. Og tú kanst ikki skilja nútíðina uttan at skilja programmering, sigur hann.

Føroysku skótarnir eru úr øllum trimum skótasamskipanunum í Føroyum, tað er KFUM skótarnir og KFUK skótarnir, ið vanliga verða kallaðir grønu skótarnir, og so skótar frá Føroya Skótasambandi, sum vanliga verða kallaðir gulu skótarnir. Tá farið verður á jamboree, eru føroysku skótarnir tó altíð undir felags leiðslu av Føroya Skótaráð, ið er felagsráðið fyri allar samskipanirnar í Føroyum.

Í ferðaliðnum eru umframt skótarnar og leiðararnar eisini sokallaðir IST'arar. IST stendur fyri International Service Staff, og tey hava til uppgávu at fáa alt tað praktiska at hanga saman. Væntað verður, at um 45.000 luttakarar eru á leguni, so har er uttan iva nokk at fáast við. At enda eru eisini trý fólk, ið hoyra til Headquarters - høvuðsmiðstøðina, hagani legan verður stýrd og allar avgerðir verða tiknar.

Tá legan er komin at enda 2. august, verður so farið beint heim aftur. Koyrt verður frá leguni beint á flogvøllin í Cincinnati, og flogið verður til París. Úr París verður síðani farið til Keypmannahavnar, áðrenn farið verður umborð á seinasta flúgvaran og seinasta teinin heim til Føroyar.

 

 

 

 

Skótarnir og leiðararnir til felagsmynd vesturi í Vágunum áðrenn fráferð. IST'ararnir og tey ið headquarters eru ikki við á myndini