7000 til 8000 fólk á Sjómannadegnum

Tað eru sera nógv fólk í Klaksvík á Sjómannadegi í dag, ja, so nógv, at tað er sera trupult at finna parkeringspláss, og hetta hevur skapt eitt sindur av ferðslutrupulleikum

 

 

Egnikapping

Egnikapping

– Eg veit ikki hvussu nógv fólk eru her í dag, men eg vil skjóta uppá at tað er onkustaðni millum 7 og 8000 fólk, sigur Karl Birgir Isaksen, ein av høvuðsfyrireikarunum av tiltakinum.

Sjómannadagar byrjaðu í 2005, og hetta er sostatt 15 ferð, at tiltakið er.

##med2##

– Tiltøkini eru vaksin ár eftir ár, og tað koma rættiliga nógv fólk, sigur Karl Birgir Isaksen, sum fegnast um stóru undirtøkuna. Hann leggur tó afturat, at veðrið spælir nógv inn, og tað hevur verið turt, stilt og lýtt í dag, og tað hevur gjørt, at nógv fólk er komið.

##med3##

Annfinn Hansen vann egnikapping

Nógvar kappingar hava verið í dag.

Millum annað var ein egnikapping, og hana vann Annfinn Hansen. Hann egndi ein stamp við 100 húkum upp á 7 minuttir og 27 sekund. Nummar tvey var John Havn við 7 minuttum og 44 sekund, og nummar trý var Rúni í Hjøllum við júst 8 minuttum.

Kappingina í skipakviss vunnu Fisher Johannesen og Jóhan Sólheygg. Nummar tvey gjørdist Meinhard Eliasen og Agnar Joensen.

##med4##

Annars hevur verið kakukapping, kapping í egnskering, at stápla kassar og nógv annað.

##med5##

Egnikapping

Finalistarnir í skipakvissuni

Ein av køkunum í køkukappingini

Dómararnir í kakukappingini