703 næmingar í skúla fyri fyrstu ferð

Mánadagin 19. august, tá ið fólkaskúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina, fara 703 næmingar fyri fyrstu ferð í skúla. Skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík er tann størsti, og fær 76 nýggjar næmingar

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv børn byrja í 1. flokki, nøkur ár táttar tað í 770, og onnur ár hevur tað verið um 670. So skúlaárið, sum nú byrjar, er talan um vanliga tilgongd, skrivar Skúlablaðið.

Tað verður skúlastjórin á Skúlatrøð, sum sleppur at taka ímóti flest nýggjum næmingum komandi skúlaár. 76 børn byrja sína skúlagongd í Klaksvík í komandi viku. Á Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki, og so fordeilir restin av børnunum seg yvir landið alt. Nakrir skúlar fáa ongar næmingar í fyrsta flokk í summar; teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssund, Húsar/Syðradal og Skálavík

Tað eru í høvuðsheitum børn fødd í 2012, sum nú fara í skúla. Tað vóru 607 børn fødd í Føroyum í 2012, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn fleiri løgd til árgangin. Hetta, at nógv børn eru partur av flytingini til Føroya, ger, at fólkaskúlin seinnu árini hevur megnað at hava næmingatal beint yvir 7.000 næmingar, og útlit eru fyri, at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini.

Tað eru 44 fólkaskúlar spjaddir yvir alt landið, og skúlarnir eru í øllum støddum. Tríggir skúlar í landinum hava yvir 500 næmingar. Teir eru Skúlin á Fløtum, á Skúlatrøð og Eysturskúlin. 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar, meðan 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar. Av teimum 44 skúlunum eru tríggir frískúlar, og teir hava tilsamans 197 næmingar, tveir av frískúlunum hava eisini forskúla.