72 metrar av Sandoyartunlinum boraðir afturat

Í seinastu viku vórðu boraðir 72 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 1.214 metrar av tilsamans 10.785 metrum

Mynd: Eysturoyar- og Sandoyartunnil

Mynd: Eysturoyar- og Sandoyartunnil

Arbeiðið í farnu viku varð merkt av, at lekar vórðu tettir. Harumframt varð eitt størri víkipláss sprongt undir Sandoynni. Tá ið slík víkipláss verða gjørd, má skjótast í tveimum, av tí at tunnilin er upp til 16 metrar breiður, í mun til teir vanligu 9,5 metrarnar, skrivar Sandoyartunnilin á facebook-vanganum.

Í Traðardali vórðu boraðir 26 metrar. Har eru nú boraðir 844 metrar.

Á Gomlurætt vórðu boraðir 46 metrar. Har eru nú boraðir 370 metrar.

Mynd: Eysturoyar- og Sandoyartunnil