74 milliónir fleiri í landsskatti

Lutfalsligi vøksturin í landsskatti var fyrra hálvár 8,03 prosent

Talan er framvegis um fittan inntøkuvøkstur, sum ber fleiri skattakrónur við sær.

Almenna uppgerðin vísir, at tað fyrra hálvár runnu 74 milliónir krónur fleiri niður í landskassan í skatti, enn tað gjørdu fyrra hálvár í fjør. Lutfalsligi vøksturin er 8,03 prosent.

Lutfalsligi vøksturin í landsskatti sammett við í fjør hevur verið rættiliga ójavnur seks teir fyrstu mánaðirnar. Í januar var hann 20,29%, í februar var hann 10,88%, í mars var hann 3,84%, í apríl var hann 10,63%, í mai var hann 5,10% og í juni var hann 9,22%.

Fyrra hálvár var landsskatturin 838,2 millilónir krónur. Sama tíðarskeið í fjør var landsskatturin 764,3 milliónir krónur.