79,6 milliónir til skúla og ítróttarhús

Fuglafjarðar kommuna ger íløgur fyri 79,6 milliónir krónur í 2020. Íløgurnar fara í høvuðsheitum til at gera nýggja skúlan lidnan og at innrætta ítróttarhúsið

Nýggi skúlin. Mynd: Johann Dávason Clementsen

Nýggi skúlin. Mynd: Johann Dávason Clementsen

Fíggjarætlanin fyri Fuglafjarðar kommuna varð samtykt í gjárkvøldið á býráðsfundi, sum varð hildin í bønhúsinum á Hellunum.

Nýggi skúlin

Býráðið setir nógvar pengar av komandi ár til skúlan, sum hevur verið í gerð í nøkur ár.

Skrivað verður á facebookvanganum hjá kommununi: Pengar eru settir av til at gera skúlan, ið eisini inniheldur nýggja ítróttarhøll, nýggja tannlæknastovu, nýtt tónleikahøli, skúlakøk og so framvegis lidnan.

Spakin varð settur í verkætlanina 1. mars 2017. Tað eru MAP Arkitektar, sum hava teknað nýggj skúlan.

Tá ið verkætlanin fór í gongd, var samlaði kostnaðurin mettur at vera 101 milliónir krónur.

Nýggja ítróttarhúsið

Nýggja ítróttarhúsið í Fuglafirði er eisini í ger. Ætlanin var í fyrstu atløgu at innilokað bygningin, sum er í trimum hæddum, og bert innrætta niðastu hædd. Hetta so at fótbólturin fær umstøður til at spæla fótbólt á Fløtugerði á várið 2020, skrivar kommuna.

Nú hevur kommuna avsett pening til at innrætta allan bygningin, so feløg og borgarar fáa allan bygningin lidnan og tøkan at brúka sum skjótast. Á 2. hædd vera felags høli, køkseind, venjingarhøli, vesi, goymslurúm og annað. Á 3. hædd vera skrivstovur, fundarhøli, tekøkur, vesi og ein uttandura svali. Peningur er eisini avsettur til at alt uttanumøki kring ítróttarhúsið, skrivar kommuna.

##med2##

Eldrasambýlið Vesturstova

Vesturstova verður útbygd í løtuni, soleiðis at har fáast fleiri búpláss, umlættingarpláss og betri uttanumøki. Eisini vera starvsfólkaviðurskiftini munandi uppstiga, og verður hetta eisini liðugt í 2020 skrivar kommunan.

Kommunan skrivar eisini, at hækkandi fólkatalið hevur við sær, at tað eru fleiri børn í kommununi - 28 fleiri enn fyri einum ári síðani - og av tí sama letur nýggj vøggustova upp mánadagin 2. desember.


Nógvir pengar

Íløgurnar hjá kommununi vera 79,6 milliónir krónur komandi ár. Tað eru 7,8 milliónir krónur meira enn í 2019. Vøksturin er 10,9%.

Kommunan fer ikki at nýta allar íløgurnar, sum er settar av í 2019. 26,5 milliónir krónur verða tí framfluttar til komandi ár. Hetta er peningur, ið varð settur av til bygging av nýggjum barnaskúla, útbygging av Vesturstovu, og sum varð sett av til byggibúningar, nýtt ruskøki og annað.

Lántøkan hjá kommununi verður 22,4 milliónir krónur móti 22,7 milliónum í 2019.

Barnafrádráttur hækkar

Fíggjarætlanin javnvigar við 185,6 milliónum krónum.

Barnafrádrátturin í Fuglafirði er ásettur til 7.500 krónur fyri barnið, sum er 1.000 krónur hægri enn fyri 2019. Skattaprosentið er óbroytt, nevniliga 21,5%.

Nettorakstrarútreiðslurnar vera 62,3 milliónir krónur í mun til 58,4 milliónir krónur í 2019. Vøksturin er 3,8 milliónir krónur, svarandi til 6,6%.

Rentuútreiðslurnar vera 3,4 milliónir krónur, og avdráttirnir av lánum vera 6 milliónir krónur.

Skattainntøkurnar eru mettar at vera 67,6 milliónir krónur komandi ár, og tað svarar til ein vøkstur á 10,46%, ella 6,4 milliónir krónur meira í mun til verandi ár.

Nýggi skúlin. Mynd: Johann Dávason Clementsen

Nýggja ítróttarhúsið. Mynd: Johann Dávason Clementsen