8-10 fólk fara at arbeiða við aling á Sandsvág

Tá liðugt er at seta út, fara 660.000 laksar at svimja á Sandsvág.

 

 

 

 

So hvørt, sum laksurin veksur, verður neyðugt við fleiri aliringum, soleiðis at teir at enda verða seks í tali.

So hvørt, sum laksurin veksur, verður neyðugt við fleiri aliringum, soleiðis at teir at enda verða seks í tali.

 

Alifelagið Mowi Føroyar er nú í holt við at seta út 660.000 laksar út á Sandsvág. Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, sigur, at ringarnir fara at liggja innari á Sandsvág í heyst og í vetur, enn teir lógu í aðari aliroynd nøkur ár herfyri.

- Vit hava flutt ringarnar longur inn á vánna, og vit hava stytt nótirnar, so tær ikki stinga so djúpt. Hetta eru eisini størri aliringar, sum vit brúka í alingini hesaferð, ávikavist 160 og 200 metrar í ummál. So, her er talan um stórar ringar.

Stjórin í Mowi Føroyar sigur seg vóna, at teir seks aliringarnir, sum nú fara at liggja innari á Sandsvág, betur fara at megna at ríða á aldunum, tá tær koma í vetur - og at ringarnir tískil eisini fara at klára seg betri.

Hans Jákup Mikkelsen sigur, at royndirnar, sum Fiskaaling gjørdi fyri Mowi Føroyar síðsta vetur, vísa, at tá illveður er, á Sandsvág flytir illveðrið seg út eftir vágni, og tískil gerast líkindini betri innari á vánni.

Stjórin veit eisini at siga, at teir 660.000 laksarnir, sum verða settir út, viga 600 gram hvør fiskur. Ætlanin hjá Mowi Føroyar er, at laksurin skal vera í ringunum á Sandsvág fram til næsta summar, tá fiskurin verður tikin.

- Eini 8-10 fólk fara at taka sær av alingini á Sandi. Tveir bátar fara at fóðra við fóðurkanónum, sum teir hava umborð, tí tað verður ikki mett at vera ráðiligt at leggja ein fóðurflaka við fóðurslangum út á Sandsvág í vetur, sigur Hans Jákup Mikkelsen.

So hvørt, sum laksurin veksur, verður neyðugt við fleiri aliringum, soleiðis at teir at enda verða seks í tali.