80 metrar afturat boraðir av Sandoyartunlinum

Í seinastu viku vórðu boraðir 80 metrar av Sandoyartunlinum. Í alt eru boraðir 1.142 metrar av 10.785 metrum. Arbeiðið í farnu vikuni var merkt av, at lekar vórðu tettir á báðum síðum í tunlinum

Í Traðardali vóru boraðir 45 metrar. Har eru nú boraðir 818 metrar, upplýsir Eystur- og Sandoyartunlar.

Á Gomlurætt vóru boraðir 35 metrar. Har eru nú boraðir 324 metrar.

Kortið vísir, hvussu langt boringin er komin.