900 løntakarar lagdir aftrat seinasta árið

Tað er serliga í byggivinnuni, at fleiri løntakarar eru. Mynd: Hagstovan

Tað er serliga í byggivinnuni, at fleiri løntakarar eru. Mynd: Hagstovan

900 fleiri løntakarar vóru skrásettir í Føroyum í apríl í ár samanborið við apríl í fjør. Tað staðfestir Hagstovan, sum í dag upplýsir, at stívliga 27.400 løntakarar vóru í Føroyum í apríl.

Tá hugt verður eftir kynsbýtinum sæst, at tað enn eru flest menn, ið eru á arbeiðsmarknaðinum. Av teimum 27.400 løntakarunum vóru 14.250 menn og 13.150 kvinnur.

Hagtølini vísa eisini, at flest løntakarar starvast í vinnugreinabólkinum almenn og onnur tænasta starvast. Har er talið 9.800 løntakarar, ið er umleið 800 løntakarar fleiri enn í privatu tænastuvinnuni. Í byggivinnuni og aðrari tilvirking vóru 4.400 løntakarar skrásettir, meðan 4.200 løntakarar vóru í fiskivinnuni og aðrari tilfeingisvinnu.

Tað er serliga innan byggivinnuna og aðrari tilvirking, at talið av løntakarum er voksið nógv seinnu árini, vísir Hagstovan á.

- Vinnugreinabólkurin byggivinna og onnur tilvirking hevur havt lutfalsliga størsta vøksturin síðani 2013/2014, tá løntakaratalið aftur byrjaði at vaksa. Byggivinna og onnur tilvirking er vaksin umleið 50% síðani 2013 (úr gott og væl 2.900 til 3.400), meðan vøksturin í hinum vinnugreinabólkunum hevur ligið millum 10-15% hetta sama tíðarskeiðið, skrivar Hagstovan.

Upplýst verður, at ein løntakari er millum 16 og 74 ár, sum fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin.

Tað er serliga í byggivinnuni, at fleiri løntakarar eru. Mynd: Hagstovan