97 ára gamli ólønti bilførarin hjá Ørkini í Íslandi

97 ára gamli Jens Pétursson, ið er ættaður av Nesi í Vági, er sera væl fyri. Hann koyrir bil, og hann er ólønti bilførarin hjá Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík, tá tað ræður um at koyra fólk til og frá møtunum

Mynd: Sjómansmissiónin

Mynd: Sjómansmissiónin

– Jens Pétursson leiðir tey eldru, sum eru fleiri ár yngri enn hann, til og frá bilinum og til og frá Ørkini. Ein sannur “gentlemaður”. Hann er óvanliga væl fyri bæði fysiskt og mentalt í mun til sín aldur. Hann hevur eisini humor og er sera skemtingarsamur. Tí er tað bæði stimbrandi og stuttligt at vera saman við honum, sigur Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, sum var í Íslandi herfyri.

Ofta hevur hann eisini staðið við bilinum á flogvøllinum í Reykjavík og tikið móti føroyingum, ið hava ørindi á Ørkini, og koyrt teir til Ørkina.

Til Íslands undir seinna heimsbardaga

Sjómanstrúboðarin vitjað á Ørkini í Reykjavík og hevði møtir har.

Jens Pétursson er ættaður av Nesi í Vági.

– Hann er ein kendur og hátt virdur persónur av mongum og av okkum, sum vitja á Ørkini í Reykjavík og sum eru virkin í kristiliga arbeiðinum har, sigur Torleif Johannesen.

Jens Pétursson er føddur í 1922 og kom til Íslands at arbeiða undir seinna heimsbardaga. Hóast konan Maja, var úr Hovi, so búsettust tey í Íslandi eftir giftarmálið í 1950. Tey fingu fýra børn. Eftir kríggið og fram til 1968 sigldi Jens við íslendskum trolarum. Eftir tað hevur hann verið heimamaður og hevur havt ymisk størv. Hann arbeiddi í fleiri ár eftir pensjónsaldur.

Maja og Jens búðu fyrst á Akureyri og fluttu síðan til Reykjavíkar. Síðani búði tey í Hafnarfirði, har Maja andaðist í 2007. Nýliga er Jens fluttur í íbúð í Reykjavík.


Virkin fólk

Jens og Maja hava verið nøkur av virknastu persónunum í Reykjavík, tá ið ræður um kristiliga arbeiðið, sum Føroyska sjómansmissiónin hevur gjørt í Íslandi. Jens luttók á møtum á Sjómansstovuni í Skúlagøtu, heilt frá tí hon lat upp í 1958.

Tá hann fór í land at arbeiða, gjørdist hann meiri virkin og sat í leiðsluni í áratíggju. Hann hevði eisini ein stóran leiklut, meðan núverandi sjómansheim, Ørkin, var í gerð, og til tað lat upp í 1991. Síðani hevur Jens verið ein av ídnastu hjálparfólkum til viðlíkahald og annað arbeiði á Ørkini. Eisini hevur hann verið – og er enn ein av trúgvastu og ídnastu luttakarum til møtir og onnur tiltøk, sum eru á Ørkini. Hann hevur eisini luttikið í øðrum kristiligum arbeiði í Reykjavík.

Maja kom fast í sjómanskvinnuringin, sum bæði var virkin í samband við byggingina av Ørkini og aftaná. Hon var forkvinna í ringinum í mong ár, til hon ikki orkaði meiri.


Konan á skattaskrivstovuni undraðist

– Jens er ein fyrimynd á mongum økjum. Hann er sera fyrikomandi, fryntligur, hjartagóður og er livandi upptikin av, hvussu fólk hava tað – ikki minst andaliga. Hann vil fegin hjálpa. Bønin hevur stórt pláss í lívi hansara saman við bíbliuorðinum og vitnisburðinum í orði og verki, skrivar Torleif Johannesen í trubodin.fo.

Hann nevnir eina skemtiliga søgu til seinast

– Til stuttleikar kann nevnast, at fyri stuttum skuldi Jens Pétursson eitt ørindi á skattaskrivstovuna í Reykjavík. Hann setti bilin uttanfyri inngongdina og kom fryntligur og væl klæddur, sum altíð, inn á skrivstovuna. Kvinnan í móttøkuni bað hann skriva p-talið á eitt pappír, tí tað var lykilin til allar upplýsingar hjá skattaumsitingini. Jens skrivaði dag, mánað og ár og gav kvinnuni pappírið. Hon hugdi at talinum og upp á Jens og segði: “Eg bað teg skriva p-talið”, og rætti honum pappírið aftur. Jens skrivaði skálkaliga somu tøl aftur á pappírið og gav henni tað. Hon hugdi so tvær ferðir at tølunum og at Jensi. Síðani hugdi hon undrandi út ígjøgnum vindeygað og spurdi Jens: “Koyrir tú bil enn? ”Ja”, segði Jens blídliga við ta undrandi kvinnuna, skrivar Torleif Johannesen.

Mynd: Sjómansmissiónin