973 eru móttakarar av lønarískoyti

Talið á teimum, sum fáa ískoyti úr serligu korona lønarískoytisskipanini hjá ALS heldur á við at lækka

Nú fáa 973 fólk ískoyti úr lønarískoytisskipanini hjá ALS. Av hesum eru 431 kvinnur, og 542 eru menn. Tá talið var hægst 4. apríl 2020, fingu 4320 føroyingar ískoyti frá ALS, og talið er síðani minkað støðugt hvønn dag.  

Serskipanin hjá ALS er longd fram til 31. august, men nú umsitur ALS skipanina, og landskassin rindar ískoyti.

Umframt tey, sum fáa lønarískoyti, eru 452 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul.