9,9% vøkstur – men corona fer at ávirka

Tað er framhaldandi øking í ferðafólkum umvegis Vága Floghavn, men stjórin, Regin I. Jakobsen, væntar, at coronasmittan fer at gera, at ferðahagtølini ikki verða so jalig í framtíðini

– Enn hava vit ikki sæð nakra afturgongd í ferðafólkatalinum, men vit eru vitandi um, at tiltøk, so sum tónleikaframførslur, ítróttartiltøk og handilsstevnur uttanlands í hesum døgum verða avlýst. Tí er neyvan ivi um, at ferðir komandi tíðina fara at verða avlýstar, sigur Regin I. Jakobsen í tíðindaskrivi.

Góða gongdin í ferðafólkatalinum heldur fram, tó við heldur minni megi, nú fyrstu tveir mánaðirnir eru gjørdir upp.

Higartil hevur vøksturin í 2020 verið 9,6%, svarandi til at 44.113 ferðandi komu og fóru í januar og februar mánað 2020 í mun til 40.265 sama tíðarskeið í fjør.

Hóast jaligu gongdina er Regin I. Jakobsen, tó varin við at verða alt ov bjartskygdur.

– Útbrotið av covid-19 hevur stóra ávirkan á flogvallir og ferðamál aðrastaðni, og hetta fer væntandi eisini at ávirka ferðsluna um okkara leiðir, um umfarssjúkan heldur fram at herja, sigur Regin I. Jakobsen.

Um hugt verður at tjóðskapinum hjá teimum ferðandi er áhugavert at staðfesta, at av ferðafólkunum fyrstu tveir mánaðirnar, eru tað 56%, sum siga seg hava bústað aðrastaðni enn í Føroyum, meðan 44% eru búsitandi í Føroyum.


##med2##

Talið broytist tó nógv, um mongdin av føroyingum búsitandi uttanlands verður drigin frá, tí tá er býtið 31% útlendingar og 69% føroyingar, men hetta er ikki óvanligt hesa ársins tíð.

##med3##

Um vit síggja burtur frá ferðandi, ið siga seg verða búsitandi í Føroyum, og føroyingum búsitandi uttanlands, eru flestu ferðandi búsitandi í Danmark, og síðani í Noregi.