A-landsliðið hjá monnum er úttikið

Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum í hondbólti, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.

Talan er um eina tætta leikskrá, nú føroyska liðið hevur tveir útsettar dystir móti Kekkia hangandi. Føroyska liðið skal fyrst spæla á útivølli í Kiev móti Ukraina mikudagin 10. mars. Síðani ferðast liðið til Føroyar, har liðið skal spæla útsetta heimadystin móti Kekkia fríggjadagin tann 12. mars og sunnudagin 14. mars spæla okkara heimadystin móti Ukraina. Heimadystirnir verða í Høllini á Hálsi.

Tveir nýggir leikarar eru millum teir 17, sum eru úttiknir. Talan er um ungu Hákun West av Teigum, sum dagliga spælir í Skanderborg Håndbold í bestu donsku deildini og Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum spælir í IK Sävehof í bestu svensku deildini.

Hesir eru teir 17 úttiknu til dystirnar móti Ukraina :

Nicholas Satchwell, KA Akureyri
Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Rói Berg Hansen, HØJ
Sjúrður Olsen, VÍF
Brandur Halgirson, Ajax København
Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger
Filip Jojic, VÍF
Peter Krogh, H71
Teis Horn Rasmussen, TM Tønder
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Vilhelm Poulsen, Fram
Allan Norðberg, KA Akureyri
Hákun West av Teigum, Skanderborg Håndbold
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger
Rókur Akralíð, HEI Skæring
Rógvi Dal Christansen, Fram
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof

Bert 16 mans kunnu vera við til hvønn dyst og kemur ein maður tískil at sita yvir hvønn dyst. Ætlandi situr Elias Ellefsen á Skipagøtu yvir útidystin móti Ukraina, Sjúrður Olsen heimadystin móti Kekkia og Teis Horn Rasmussen heimadystin móti Ukraina.

Seinastu tríggir EM-undandystirnir verða ætlandi leiktir í viku 17, mánaðarskiftið apríl/mai. Tá spæla okkara úti móti Kekkia og heima og úti móti Russlandi.