Á veg inn á Vestmanna

Vestmenningar kunnu vænta sær eitt kók, nú grindin, ið bleiv funnin í Skopunarfirði í morgun, er á veg inn á Vestmanna.

Vestmenningar kunnu vænta sær eitt kók, nú grindin, ið bleiv funnin í Skopunarfirði í morgun, er á veg inn á Vestmanna.

Upprunaliga varð roynt, at fáa grindina til Havnar, men tá tað ikki eydnaðist varð ætlanin at reka hana til Leynar. Nógv fólk byrjaðu eisini at savnast á Leynum og riggað bleiv til drápið, men tá tað kom til stykkis, bleiv grindin rikin longur norð.

- Mett varð, at tað ikki var ráðiligt at reka hana inn á Leynar, tí ov nógv brim var har. Tí verður hon nú rikin á Vestmanna, sigur Karl Johansen, sýslumaður.

Sýslumaðurin metir, at um ein hálvur til ein tími er eftir av rakstrinum.