Áarlop í Kirkjubø

Í nátt var áarlop í Kirkjubø, og vatn kom inn í nakrar kjallarar.

Løgreglan ávarðaði í morgun um, at tað kundi vera áarlop, nú blot kom í kavan. Millum annað varð lopið á Vestmannavegnum og á Oyndafjarðarvegnum í nátt og tíðliga í morgun.

Áir lupu oman fyri Kirkjubøarvegin, og har kom nógv vatn á vegin. Og í Kirkjubø fóru áirnar upp um áarbakkarnar, og vatn kom inn í kjallarar.

Tórshavnar Sløkkilið varð útkallað í morgun klokkan hálvgun sjey til Kirkjubøar, og við at grava og leggja sandsekkir eydnaðist tað teimum at beina vatnið burtur frá húsunum. 

Lurta eftir samrøðuni, sum Frants Jensen hevði við Heina Østerø, sløkkiliðsstjóra hjá Tórshavnar Sløkkiliði á FM 1.


##med2##