Myndina av 18 mánaðar gomlu, Chloe Wigand, eigur familja hennara.

Abbin misti smágentuna út av ellivta dekki

Sundurknústu foreldrini vilja nú hava at vita, hví spæliplássið hevði eitt opið vindeyga í glaspanelinum, sum umgyrðir økið.

Myndina av 18 mánaðar gomlu, Chloe Wigand, eigur familja hennara.

 

18 mánaðar gamla amerikanska smágentan, Chloe Wigand, doyði, tá hon datt av ellivta dekki umborð á ferðamannaskipinum, Freedom of the Seas. Tað var abbi gentuna, sum ikki hevði lagt til merkis, at eitt vindeyga stóð opið í glaspanelinum.

Tað var, meðan Freedom of the Seas, ið telist millum heimsins størstu ferðamannaskip, lá við bryggju í San Juan í Puerto Rico, at syrgiliga vanlukkan hendi.

Sambært advokatinum, Michael Winkleman, setti abbin gentuna á eitt rimaverk, sum er rundan um eitt spælipláss á ellivta dekki. Abbin helt, at alt rimaverkið eisini var tryggjað við glaspaneli, soleiðis at gentan trygt kundi vera her.

##med2##

Men tað, sum abbin ikki visti, var, at eitt opið vindeyga var í glaspanelinum, sigur advokaturin við NBS News. Familjan heldur, at Chloe Wigand datt út av dekkinum, tá hon royndi at banka á glasið, soleiðis sum hon plagdi at gera, tá hon hugdi eftir beiggja sínum á skoytubreytini.

Chloe Wigand datt av høga dekkinum og niður í bryggjuna í San Juan. Sundurknústu foreldur hennara ynskja nú at fáa at vita, hví spæliplássið hevði eitt opið vindeyga í glaspanelinum, sum umgyrðir spæliplássið. 

Familjan úr statinum Indiana í USA var á cruiseferð í Karibia. Umframt foreldrini hjá Chloe Wigand, vóru eisini tvey onnur systkin hennara við og haraftrat abbar og ommur at børnunum.

##med3##

Í einari fráboðan mánadagin segði umboð fyri reiðaríið, at tey hava størstu samkenslu við raktu familjuni, og at tey eru skelkað av vanlukkuni. Norska Wilhelmsen-familjan er størsti einstaki parteigari í norska/ amerikanska reiðarínum, Royal Caribbean Cruises.

Freedom of the Seas tekur 3600 ferðafólk, og manningin telur 1400. Tað er ráðið fyri almennari trygd í Puerto Rico, sum ger kanningar í samband við deyðsvanlukkuna.

Myndina av 18 mánaðar gomlu, Chloe Wigand, eigur familja hennara.