ADHD-felagið kunnar í Eysturoy

ADHD-felagið hevur sett sær fyri at fara kring landið og kunna um ADHD. Í oktober var tiltakið í Sørvági, og nú er tað í Eydnuni á Oyrarbakka

170 fólk møttu upp, tá ið tiltakið var í Sørvági, og vónar nevndin, at undirtøkan aftur hesaferð verður góð.

Nú er tað í samstarvi við Sunda kommunu at felagið skipar fyri kunningartiltakinum hóskvøldið 23. januar 2020 klokkan 19 í Eydnuni á Oyrarbakka.
Tiltakið er bæði fyri børn og vaksin.

– Tiltakið er tað næsta av seks kring landið, og er ein liður í at kunna um ADHD og vinna viðurkenning, bæði millum manna, avvarðandi og fakfólk. Tí einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við ADHD fáa tær tillagaðu fortreytir og karmar, ið tryggja trivnað, menning og framstig, sigur ADHD-felagið.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum áhugaðum, fólkum við ADHD, avvarðandi og fakfólkum.

##med2##

Á skránni eru fyrilestrar um børn og ADHD og vaksin og ADHD. Fakfólki frá barnapsykiatriini og psykiatriska deplinum hava fyrilestrarnar. Eitt foreldur at barni við ADHD sigur sína lívssøgu og ein, sum fekk staðfest ADHD sum vaksin, sigur sína søgu.

Bjørg Dam er forkvinna í ADHD-felagnum.

Frá tiltakinum, tá ið ADHD-felagið hevði kunningarfund í Sørvági í oktober