Advents- og jólakonsert í Christianskirkjuni

Klokkan 20 i kvøld verður árliga advents- og jólakonsertin í Christianskirkjuni í Klaksvík. Í ár fara Kórið í Christianskirkjuni og Gøtu kirkju Ungdómskór at syngja

 

 

Gøtu kirkju Ungdómskór

Gøtu kirkju Ungdómskór

Kórini framføra advents- og jólaløg og onnur løg hvør sær. Tey framføra eisini nøkur løg saman.

Hjúnini Ólavur F. Johannessen og Jóhanna Johannessen eru kórleiđarar hjá kórinum í Christianskirkjuni.

Símun Hammer er kórleiðari hjá Gøtu kirkju Ungdómskóri. Kórið hevur klárað seg sera væl og hevur fingið fleiri heiðrar bæði í Føroyum eins og uttanlands í kappingum.

Nevnast kann eisini, at Jóhanna Johannesen og Símun Hammer eru systkin og bæði er tey eisini organistar. Hon í Christianskirkjuni og hann í Gøtu kirkju.

##med2##

Litturgur á advents- og jólakonsertini í kvøld verđur Marjun Lómaklett.

Gøtu kirkju Ungdómskór

Kórið í Christianskirkjuni