Ælaveður í dag

Vindurin verður upp í 10 m/s

Danska veðurstovan roknar við ælaveðri í dag.

DMI sigur, at tað verður lot til andøvsugl, 3-8 m/s, av landsynningi og suðri, í støðum verður upp í 10 m/s. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin verður millum 10 og 13 stig.

Leygardagin lot til andøvsugl, 3-8 m/s, av landsynningi og eystri. Skýggjað og regn. Seinni fer vindurin í útsynning og vestan, og tað verður klárari. Hitin millum 10 og 15 stig.