Ætlaði at keypa Grønland fyri nógvar pengar og blokkstuðul

Sambært Washington Post ætlaði USA at keypa Grønland fyri eina stóra upphædd og gjalda danskan blokkstuðul.

(Foto: TOBIAS SCHWARZ, NICHOLAS KAMM/Ritzau Scanpix)

(Foto: TOBIAS SCHWARZ, NICHOLAS KAMM/Ritzau Scanpix)

Amerikanski forsetin, Donald Trump, var eftir øllum at døma klárur við eini risastórari upphædd at keypa Grønland fyri.

Samstundis ætlaði USA at taka yvir skyldina við at stuðla grønlendska búskapinum framyvir.

Tað skrivar amerikanska blaðið Washington Post, sum hevur sína vitan frá tveimum dulnevndum keldum nærindis kjakinum um møguleikarnar fyri at keypa Grønland.

Donald Trump hevur í nátt avlýst ætlaðu ríkisvitjanina í Danmark í september, tí at Mette Frederiksen, forsætisráðrú, ikki vildi tosa um ætlanirnar hjá forsetanum um Grønland.

Trump-stjórnin var sambært Washington Post klár við einum tilboð til Danmark, sum partvís bar í sær eina upphædd upp á 600 milliónir dollarar um árið, sum í rundum tølum svarar til tann blokkstuðul, sum Danmark árliga rindar Grønlandi.

Samstundis var Trump eftir øllum at døma klárur við eini »stórari eingangsupphædd, sum kann styrkja yvirtøkuna«.

Tað er tó Grønland, sum ger av, um USA skal sleppa at keypa Grønland.

Tað segði Rasmus Leander Nielsen, sum er adjunktur á Fróðskaparsetrinum í Grønlandi, tá keypsætlanirnar hjá Donald Trump komu í ljósmála í síðstu viku.

– Tað ber rætt og slætt ikki til hjá Danmark at selja Grønland, sigur hann.

Partvís tí at tað eru ST-ásetingar eftir Annan Heimsbardaga um reglurnar fyri upprunafólk, sum sambært Rasmus Leander Nielsen gera tað ómøguligt fyri Danmark at selja Grønland uttan at grønlendingar hava ávirkan á tað.

– Og partvís ger sjálvstýrislógin frá 2009 greitt, at grønlendingar eru sítt egna fólk, segði Rasmus Leander Nielsen.

Grønlendski landsstýrisformðurin, Kim Kielsen, gjørdi greitt í síðstu viku, at Grønland ikki er til sølu.

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, hevur sagt hugsanina um at selja Grønland vera »absurdar«.

– Grønland er ikki til sølu. Grønland er ikki danskt. Grønland er grønlendskt. Eg vóni áhaldandi, at tað ikki er meint í álvara, segði Mette Frederiksen sunnudagin.

 

/ritzau/

(Foto: TOBIAS SCHWARZ, NICHOLAS KAMM/Ritzau Scanpix)