Ætlan hjá samgonguni kann seta trygdina hjá føroyingum í vanda

Aksel V. Johannesen ávarar samgonguna tí prísurin, vit koma at gjalda, kann verða størri enn fyrimunirnir

Aksel V. Johannesen heitir á samgonguna um at hugsa seg serliga væl um, áðrenn hon setir hesa ætlanina í verk

Aksel V. Johannesen heitir á samgonguna um at hugsa seg serliga væl um, áðrenn hon setir hesa ætlanina í verk

ATað er ein spurningur um, hvussu stóra nyttu, føryingar fáa burtur úr at fáa eina sendistovu í Ísrael.

Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og undanfarin løgmaður.

Hann er ógvuliga ivasamur um ætlanina hjá samgonguni um at lata eina føroyska sendistovu upp í Ísrael.

Men serliga ávarar hann ímóti tí, Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, hevur ført fram um, at føroyska sendistovan í Ísrael skal vera í Jerusalem.

– Gera vit tað eru vit -mær vitandi- fyrst land í Europa, sum letur sendistovu upp í Jerusalem.

Hann sigur, at gera vit tað, kemur stórpolitikkur á høgum stígi upp í. Og tað kann seta trygdina hjá Føroyum í vanda, at vit leggja okkum út í eitt mál, sum er so eymt, at onnur lond í Evropa ikki vilja nerta við tað, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann sigur, at tá ið Føroyar hava fingið sær sendistovur uttanlands, hava vit lagt okkum eftir at leggja tær í londum, vit útflyta nógv til.

Og hann heldur ikki at vit hava so stóran útflutning til Ísrael, at tað er brúk fyri eini sendistovu har.

Hann heldur eisini, at vit hava góð viðurskifti við Ísrael, sum er, og sendimaður Ísraels í Danmark var í Føroyum minst tvær ferðir í seinasta valskeiði.

Tí heitir hann staðiliga á samgonguna um at hugsa seg serliga væl um, áðrenn sendistova verður latin upp í Ísrael, og hann biðjur eisini samgonguna hugsa um, hvat vit fáa burtur úr tí, tá ið hugsað verður um, hvønn prís vit kanska fara at rinda fyri tað. 

Aksel V. Johannesen heitir á samgonguna um at hugsa seg serliga væl um, áðrenn hon setir hesa ætlanina í verk