Ætlanin er at fáa kvinnurnar heim at passa grýtur

Andstøðan tekur ikki undir við umstríddari ætlan hjá samgonguni

 

 

Samgongan ger seg inn á vælferðarsamfelagið, heldur andstøðan

Samgongan ger seg inn á vælferðarsamfelagið, heldur andstøðan

Tað sær út til, at tað einasta, sum umræður, er at fáa kvinnur heim aftur at passa grýturnar. Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, er ikki mjúkur í orðum um ætlanina hjá samgonguni um at gera álvara av lyftunum í samgonguskjalinum.

Sum vit skrivaðu í áðni, ætlar samgongan at seta eina skipan í verk, at broyta skipanina við barnaansing. Tað merkir, at kommunur skulu fáa heimild at rinda foreldrum, sum ikki hava børnini í dagstovn, upphæddina, tað annars kostar kommununi at hava børnini í barnaansing. Tað kann vera til foreldur, sum heldur vilja hava eina aðra barnaansing, ella sum vilja hava børnini heima og ansa teimum sjálvi.

LES MEIRI HER: Hann hevur bíðað í 10 ár – og nú er nokk

Hetta er eitt mál, øll andstøðan er í móti, men eingin var kortini so bersøgin sum formaðurin í Tjóðveldi. Hann stúrir fyri, at hetta fer at fáa sosialar avleiðingar, og avleiðingar fyri javnstøðuna ímillum kynini

Tað sær út til, at tað bara ræður um at fáa kvinnurnar heim aftur til kjøtgrýturnar – við fígging úr landskassanum. Hann legði afturat, at tað er ein gáta, at flokkar, ið kalla seg frælslyntir, vilja rinda fólki fyri at vera heima.

Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn sigur, at hjá teimum flestu er veruleikin, at bæði noyðast at arbeiða úti fyri at fáa endarnar at røkka saman. Hon heldur, at vil samgongan av álvara lætta um hjá barnafamiljum, skuldi hon heldur givið teimum ein skattalætta, sum tey so kundu brúkt til at fingið sær húshjálp.

Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at ætlanin hjá samgongunier ein uppgerð við ein part av vælferðarsamfelagnum, tí tað fer at taka grundarlagið undan dagstovnunum, sum kommunurnar hava brúkt stórar upphæddir upp á at byggja upp, og afturfyri fara vit at fáa eina verri skipan enn vit nú hava. Vit hava eina góða skipan, men nú stendur hon fyri hóttafalli, sigur hann.

Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi, mælir heldur til, at samgongan leingir barsilsfarloyvi og ger hana smidligari, og kanska skuldi arbeiðsvikan verðið stytt.

Men hon sigur, at skal tað vera so, at pengarnir skulufylgja barninum, eigur tað eisini at verða galdandi fyri tey eldri, so at eisini tey verða ansað heima – og so eldrarøktin eisini skeyti, segði hon.

Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin er grundleggjandi ósamdur. Hann kallar ætlanina hjá samgonguni fyri ein sterkan og positivan familjupolitikk, sum gevur smábarnafamiljum møguleika til at skipa sítt lív, sum tey vilja.

– Nógv foreldur vilja vera meiri saman við børnumum og tað mugu vit virða. Og hví skulu vit ikki taka undir við, at foreldur fáa frælsi at liva sítt lív, sum tey vilja, sigur hann. Og hann leggur afturat, at hetta er ein skipan, sum ikki kostar nøkrum nakað, tí pengarnir høvdu verðið goldnir kortini.

Samgongan ger seg inn á vælferðarsamfelagið, heldur andstøðan