Føroyar verða verandi í Schengen

Á fundi við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra, segði løgmaður, at Føroyar ynskja at verða verandi í Schengen-samstarvinum, eisini eftir at útlendingaøkið er yvirtikið.

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur í dag verið á fundi við danska forsætisráðharran, Helle Thorning-Schmidt.

 

Á fundinum varð spurningurin um at yvirtaka útlendingaøkið og marknaeftirlit umrøddur. Løgmaður gjørdi greitt, at landsstýrið fremur onga yvirtøku, áðrenn avbjóðingarnar um Schengen - samstarvið eru avgreiddar. 

Eg vísti á, at tað er neyðugt at varðveita Føroyar innanfyri Schengen-samstarvið - eisini eftir, at vit møguliga yvirtaka útlendingaøkið. Hetta er snøgt sagt ein fortreyt. Forsætisráðharrin tók undir við mínum sjónarmiðum og segði seg vilja stuðla føroyska ynskinum um at fáa greiðu á avbjóðingunum í sambandi við Schengen samstarvið, sigur løgmaður.

 

Eftir ætlan verður ein frágreiðing frá danska løgmálaráðnum um Schengen-samstarvið liðug um mánaðarskiftið februar/mars.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, eru eisini á einum máli um at styrkja ríkisfelagsskapin. Løgmaður og forsætisráðharrin tosaðu eisini um komandi løgtings- og fólkatingsval, sum bæði verða í ár. Tey vóru samd um, at arbeiðast skal meira miðvíst fyri at styrkja ríkisfelagsskapin. Fyrimunirnir við ríkisfelagsskapinum skulu gerast meira sjónligir.

Løgmaður og danski forsætisráðharrin umrøddu eisini málið um ónøktandi viðurskiftini hjá fangum í Mjørkadali, og at tørvur er á at seta donsku lógina um revsifulnað í gildi í Føroyum. Við at dagføra lóggávuna verða rættindi og skyldur hjá fangum betri tryggjaði. Danska løgmálaráðið fer í vár at senda landsstýrinum uppskotið.

 

ES-mál vórðu eisini umrødd. Løgmaður reisti spurningin, um ætlaða fólkaatkvøðan um rættarfyrivarni Danmarkar mótvegis ES  kann hava ávirkan á viðurskifti í Føroyum. Hann heitti á forsætisráðharran at bera so í bandi, at danska løgmálaráðið ger eina frágreiðing um hesi viðurskifti viðvíkjandi Føroyum. Eisini verður málið um bankasamveldið viðgjørt í arbeiðsbólki, mannaður av embætisfólkum úr Føroyum, Danmark og Grønlandi. Arbeiðsbólkurin kemur í næstum við einari støðulýsing.

 

Partarnir staðfestu, at arbeiðið at veita heimild til danska vakstrargrunnin at fíggja føroyskar verkætlanir gongur væl, og fegnaðust um, at hetta verður veruleiki frá juni í ár.