Ætlanin hjá samgonguni er ræðandi

Tað vanvirðir bæði starvsfólk og ikki minst børnini, siga fýra tinglimir fyri Javnaðarflokkin um eina umstrídda ætlan hjá nýggju samgonguni

Tey fýra tingfólkini, frá vinstru, Heðin Mortensen,Jóhannis Joensen, Ingilín Didriksen Strøm og Djóni Nolsøe Joensen, eru hart ímóti ætlanini hjá samgonguni

Tey fýra tingfólkini, frá vinstru, Heðin Mortensen,Jóhannis Joensen, Ingilín Didriksen Strøm og Djóni Nolsøe Joensen, eru hart ímóti ætlanini hjá samgonguni

Ætlanin hjá nýggju samgonguni um at lata pengarnar fylgja barninum, fær kaldliga móttøku í størsta andstøðuflokkinum, Javnaðarflokkinum.

Samgongan ætlar, at kommunur skulu fáa heimild til at gjalda foreldrum, sum ikki hava børnini í kommunalu barnaansingina, ístaðin fáa pengarnar útgoldnar, sum plássið á dagstovninum annars kostar kommununi.

Í miðal kostar tað einar 90.000 krónur um árið at hava eitt barn í kommunalari ansing. Foreldrini rinda einar 20.000 krónur um árið í miðal og kommunurnar rinda einar 70.000 krónur um árið.

Fáa kommunurnar hesa heimildina, og verður hon brúkt til fulnar, fara foreldur, sum ikki brúka kommunalu barnaansingina, at fáa eina 70.000 krónur goldnar frá kommununi.

Men nú tala fýra av tingfólkunum hjá Javnaðarflokkinum, Heðin Mortensen, Djóni Nolsøe Joensen, Jóhannis Joensen og Ingilín Didriksen Strøm, tingfólk fyri Javnaðarflokkin, harðliga ímóti hesi ætlanini

 

– Ætlanirnar hjá nýggju samgonguni um at pengarnir skulu fylgja barninum, eru ræðandi. Vandi er fyri, at stóra námsfrøðiliga arbeiðið, sum fakfólk hava bygt upp gjøgnum áratíggju, nú er fyri bakkasti, siga tey.

– Hetta er eitt slag undir vangan á námsfrøðiliga fakinum. Skulu pengarnir, sum í dag verða nýttir á dagstovnunum, brúkast aðrastaðni, fara teir at mangla í á stovnunum.

– Hetta uppskotið hjá samgonguni er beint ímóti fakligu ynskjunum, tí vanvirðir tað bæði starvsfólk, og ikki minst børnini á stovnunum, halda tey fýra tingfólkini.

Tey staðfesta, at sum samfelag er tað uppgáva okkara at verja børnini. Og við nýggja uppskotinum, sum eggjar foreldrum at vera heima, verður verri at fáa eyga á børn við trupulleikum, og sum í dag verða loftað á stovnunum,  

Tey halda, at hetta er eisini eitt bakkast fyri málmenningina hjá børnunum. Talið á fleirmæltum børnum er vaksandi, og tað er vísindaliga ávíst, at dagstovnar hava ein týðandi leiklut í málmenningini hjá børnum, har annað, ella bæði foreldrini, tosa okkurt fremmant mál heima.

– Hetta er eisini ein spurningur um javnstøðu. Kvinnur forvinna minni enn menn, og tí er mest sannlíkt, at tað verða kvinnur, ið fara heim at ansa børnum vísa tey á.

 

Trýst annars HER og les meiri um, hvat tey fýra løgtingsfólkini fyri Javnaðarflokkin halda um ætlanina hjá samgonguni um at lata pengarnar fylgja barninum. 

Tey fýra tingfólkini, frá vinstru, Heðin Mortensen,Jóhannis Joensen, Ingilín Didriksen Strøm og Djóni Nolsøe Joensen, eru hart ímóti ætlanini hjá samgonguni