Ætlar at røkja bæði størvini - í fimtan mánaðir afturat

Stundin er komin til at lata onkran annan koma fram at, sigur Heðin Zachariasen

Tað er eingin trupulleiki hjá Heðini Zachariasen at røkja bæði størvini

Tað er eingin trupulleiki hjá Heðini Zachariasen at røkja bæði størvini

– Eg haldi ikki, at tað er nakar trupulleiki at røkja starvið sum løgtingsmaður, samstundis sum at eg eri borgarstjóri.

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu. Men eftir løgtingsvalið tann 31. august, hevur úrslitið lagað seg soleiðis, at nú er hann eisini tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Tað hevur leingi verið ein umstríddur spurningur um politikarar, sum eru borgarstjóri í fullum starvi, eisini skulu vera løgtingslimir.

Og meiningarnar eru ymiskar. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, sum eisini er tingkvinna fyri Fólkaflokkin, heldur ikki at tað er rætt, at hon røkir bæði størvini og tí fer hon í farloyvi úr tinginum.

Hon heldur, at tað er ov arbeiðskrevjandi at røkja bæði størvini. Og tað sama heldur Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi, sum eisini er tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann segði við KvF at hann fer at leggja frá sær sum borgarstjóri seinni í ár, tí tað er alt ov arbeiðskrevjandi at røkja bæði størvini.

Men Heðin Zachariasen, borgarstjóri á Sundi, sær øðrvísi upp á tað, tí hann ætlar sær at røkja bæði størvini.

– Hevði eg mett, at tað var ein trupulleiki, hevði eg ikki gjørt tað, sigur hann.

Hann vísir á, at hann hevur ein dygga umsiting aftan fyri so, so tað umsitingarliga arbeiðið, hann sjálvur skal gera, er avmarkað.

Men tað verður bara í 15 mánaðir afturat, at hann røkir bæði tí hann sigur, at hann fer ikki at stilla upp á næsta kommunuvali, sum verður í november næsta ár.

Sostatt er tað greitt, at hann fer úr starvinum sum borgarstjóri á nýggjárinum í 2020.

Tá hevur hann verið uppi í kommunupolitikki í 23 ár, har hann hevur verið borgarstjóri øll árini. Hann kom upp í kommunupolitikk í 1993 og einasti steðgurin var frá 2008 til 2012, tí á valinum í 2008 stillaði hann ikki upp aftur, men í 2012 royndi hann so aftur, og varð valdur.

Og nú heldur hann, at stundin er komin at takka fyri seg og at lata onkran annan koma fram at, og tískil hevur hann longu gjørt av, at hann stillar ikki upp aftur á næsta kommunuvali. 

Tað er eingin trupulleiki hjá Heðini Zachariasen at røkja bæði størvini