Afganistan: 63 brúdleypsgestir deyðir í álopi

Harumframt eru 182 fólk løstað í einum sjálvmorðsbumbuálopi

Hølini har flestu gestirnir vóru. Mynd: Ritzau

Hølini har flestu gestirnir vóru. Mynd: Ritzau

Í minsta lagi 63 fólk eru dripin og 182 fólk løstað, aftaná at ein persónur við spreingievnum framdi álop á eitt brúdleyp í Kabul, høvuðsstaðnum í Afganistan. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.

Sambært myndugleikunum vóru fleiri kvinnur og børn millum tey deyðu og løstaðu.

Álopsmaðurin, ið sprongdi seg sjálvan í luftina, hevði eisini lagt spreingievnir ymsastaðni millum teir 1.200 gestirnar, ið vóru til brúdleypið.

Sambært myndugleikunum er enn ógreitt hvør skipaði fyri álopinum. Yvirgangsfelagsskapurin Taliban hevur seinni árini veruliga fingið fótin fyri seg aftur í landinum, men felagsskapurin avvísir, at tey hava nakað við álopið at gera, men hava í staðin funnist at álopinum.

Ein annar, ið hevur funnist at álopinum er Sediq Seddiqi, talsmaður fyri forsetan Ashraf Ghani.

- Eg eri skelkaður yvir tíðindini um sjálvsmorðsálopið í einum brúdleypi í Kabul. Hetta er eitt andstyggiligt álop á okkara fólk. Hvussu er tað møguligt at venja eitt menniskja fyri síðan at biða hann spreingja seg sjálvan í luftina til eitt brúdleyp, skrivar hann á sosiala miðlinum Twitter.

Hølini har flestu gestirnir vóru. Mynd: Ritzau