Aftur ein rútur brotin á Erlu Kongsdóttir

Tey hava ikki havt eydnuna við sær við nýggja skipinum

 

 

Aftur í morgun brotnaði ein rútur á Erlu KongsdóttirMyndina tók Leif Hansen

Aftur í morgun brotnaði ein rútur á Erlu KongsdóttirMyndina tók Leif Hansen

Nú liggur nýggja skipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, aftur. Og ørsøkin er tann sami, tí aftur í morgun er ein rútur brotnaður.

Vit hava ikki fingið orðið á Strandferðsluna, men Leif Hansen í Nólsoy, var við Erlu Kongsdóttir úr Nólsoy til Havnar í morgun. Hann sigur, at tá tey høvdu siglt eina løtu, setti hon eitt sindur í eina aldu, og tá brotnaði ein rútur. Hann sigur, at talan er um ein rút sum eisibni brotnaði seinast, og sum varð skiftur. Rúturin er lamineraður, so hann fór ikki í knús, sum seinast.

##med2##

Erla Kongsdóttir vendi aftur til Nólsoyar og tað vóru eini 30 ferðafólk við. Tey vórðu øll koyrd í land og tey hava fingið at vita, at Erla Kongsdóttir siglur ikki meiri í dag.

Leif Hansen sigur, at veðrið er ikki serliga ringt og hon fekk ikki ein sjógv, tað var ikki tí at rúturin brotnaði. Tað var bara tað, at hon setti eitt sindur í eini aldu, sigur hann.

Ískoyti: Strandferðslan sigur beint nú, at vegna serliga umstøður er eingin sigling á lsoyarleiðini í løtuni. Men tey siga, at tey arbeiða við eini loysn so at siglingin kann takast upp aftur.

 

 

 

Aftur í morgun brotnaði ein rútur á Erlu KongsdóttirMyndina tók Leif Hansen

Hesa myndina hevur Anja Wardum, lagt á Facebook