Aftur í 80’ini fyri áttandu ferð

Í kvøld fer eldri ungdómur at jolla sær í Hoyvíkshøllini í Hoyvík, tá stóra tiltakið hjá hondbóltsfelagnum H71, »80’ini umaftur« – áttanda árið á rað – aftur er á skránni.

Høllin er prýdd til endamálið – og kenda bagasjurúmið er sum altíð við: Ein hálvur bilur stendur inni í barrnini við eyðkendu hvítu flamingokassunum, sum vit kenna so væl frá tíðini undir rúsdrekkabannium frá 1908-92. Tá vóru summi, ið brúktu bagasjurúmið sum barr.

Tað eru enn sum áður kendu Showmenn, sum spæla til dansin, og tiltikni 80’ara plátuvendarin, Niels Jensen, sum vendir plátum.

##med3##

Umframt ølbarrir hava tey eisini sett upp eina ginn-barr, sum er vorðið so ’in’ seinastu tíðina.

Tey siga, at nøkur atkgongumerki eru eftir til tiltakið. Tey fáast til keyps á Magnstøðum kring landið.

##med4##

Hann boðar frá góðum veðri, og tí vænta tey sær nógv fólk og gott lag í Hoyvíkshøllini í kvøld!