Afturhvarv: 50 ár síðani Atli Dam fyrstu ferð var løgmður

50 ára minni: Hósdagin vóru 50 ár síðani, at Atli P. Dam á fyrsta sinni valdur til løgmann. Tað var tann 10. desember í 1970, tá løgtingið við 14 atkvøðum samtykti at velja Atla P. Dam úr Javnaðarflokkinum til løgmann.

Atli Dam hevur sitið nógv longst sum løgmaður í Føroyum. Fimm ferðir er hann valdur til løgmann – til samans sat hann í 18 ár og ein mánað

Atli Dam hevur sitið nógv longst sum løgmaður í Føroyum. Fimm ferðir er hann valdur til løgmann – til samans sat hann í 18 ár og ein mánað

Í 1970 varð samgonga skipað millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Talan var um somu samgongu, sum varð skipað eftir valið í 1966, tá Petur Mohr Dam gjørdist løgmaður.

Javnaðarflokkurin hevði rættiligt mannfall hetta valskeiði frá 1966-70. Tí tann 8. november í 1968 doyði Petur Mohr Dam, løgmaður. Tá var valskeiðið hálvrunnið. Umframt Petur Mohr Dam, løgmann, sótu Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkin og Sámal Petersen úr Sjálvsrtýrisflokkinum í landsstýrinum. Avgjørt var at umskipa landsstýrið soleiðis, at Kristian Djurhuus gjørdist løgmaður, og Javnaðarflokkurin fekk tveir landsstýrismenn í staðin. Teir vóru Jákup Lindenskov í Havn og Villi Sørensen úr Klaksvík.

##med2##

Mem feigdin rakti aftur Javnaðarflokkin í landsstýrinum. Nýggjársmorgun í 1970 doyði Villi Sørensen einans 46 ára gamal.

Tá er tað, at Javnaðarflokkurin sendir boð eftir Atla Dam at taka við sum landsstýrismann eftir Villa Sørensen. Atli Dam tók við sum landsstýrismaður 9. mars í 1970 og sat sum landsstýrismaður teir níggju mánaðirnar til hann gjørdist løgmaður. Hann starvaðist sum verkfrøðingur í Kuwait, tá hann vendi heim at gerast landsstýrismaður og soleiðis byrja starvsleið sína í politikki.

Løgtingsval var 7. november í 1970.

Umframt at missa løgmann og landsstýrismann, so mist Javnaðarflokkurin eisini ein tingmann hetta valskeiðið. Tað var tá J. H. Danbjørg doyði 23. juli í 1968. Johan Hendrik Danbjørg var ein royndur politikari og hevði sitið á tingi frá 1936-45 og frá 1950 til hann andaðist í 1968.

Atli P. Dam var løgmaður í fimm samgongum út í eitt: 1970-75, 1975-79, 1979-81, 1985-89 og 1991-93, tá hann legði frá sær í hálvum skeiði og Marita Petersen tók við.

Atli Dam er tann sum hevur sitið nógv longst sum løgmaður, hann hevur verið løgmaður í 16 ár og ein mánað. Næstur honum er Kristian Djurhuus, sum hevur sitið sum løgmaður í 10 ár.

Kristian Djurhuus gavst tá Atli Dam kom

Sama dag sum Atli P. Dam tók við sum løgmaður á fyrsta sinni, tann 10. desember í 1970, gavst ein annar kendur maður í politikki. Tað var Kristian Djurhuus úr Sambandsflokkinum.

Hon kom fyrstu ferð á ting sama ár, sum Atli P. Dam varð føddur, í 1932.

Hann var landsstýrismaður í fyrsta landsstýrinum í 1948 og løgmaður í 2. og 3. landsstýrinum frá 1950-59. Hann var aftur landsstýrismaður í 4. landsstýrinum frá 1959-63, tá hann gavst í politikki og ikki stillaði uppaftur til løgtingsvalið í 1962. Tá tok sokallað Sjálvstýrislandsstýrið millum Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Framburðsflokkkin við.

Men í 1966 stillaði Kristian Djurhuus uppaftur og gjørdist aftur landsstýrismaður í 1967 – og hann gjørdist sum nevnt omanfyri løgmaður, tá Petur Mohr Dam doyði í 1968, og gavst í politikki, tá hann lat løgmanssessin víðari til son Petur Mohr Dam, Atla P. Dam.

##med3##

Petur Mohr Dam er einasti løgmaður, sum er deyður í starvinum, og Villi Sørensen ein einasti landsstýrismaður, sum deyður í starvinum. Tað hendi ávikavist 8. november í 1960 og 1. januar í 1970. Á myndini verður kistan við Villa Sørensen borin úr Christianskirkjuni í Klasvík. Løgmaður og landsstýrismenn bera saman við Einar Waag, formanni í Javnaðarflokkinum, og Poul Jacob Olsen, løgtingsmanni

 

 

Í Sosialinum hendan dagin fyri 50 árum síðani, er røðan, Atli Dam helt beint eftir, at Løgtingið hevði valt hann til løgmann. Vit endurgeva røðuna niðanfyri:

»Skilagóðar loysnir

Álitið, sum mær her er sýnt, takki eg fyri.

Eg vil gera mítt besta til at fáa loyst ta orku, sum hetta samfelag – hetta land og hetta fólk – eigur til eitt veruligt uppbyggingararbeiði á øllum samfelagsøkjum.

Tað er greitt, at tað, sum vit orka, telur ikki alt, í mogum føri eru vit bundnir av tí sum uttan um okkum er, og eru okkara gerðir og støðutakanir so nógv ávirkaðar av tí. Men eitt kunnu vit gera, og tað er at royna at fáa í lag eitt samarbeiði milum allar góðar kreftir, sum vilja hesum landi og hesum fólki væl.

Fyri mín part skal eg gera tað, mær er givið, fyri at fáa í lag tað neyðuga samarbeði bæði innan landsstýrið og við tingið.

Tað er so, at í mongum meginsamfelagsspurningum eru teir, sum landsstýrið skulu skipa, ójavnir á máli, og størri er ójavnin kanska teirra ímillum, sum aftan fyri landsstýrið standa og teirra, sum í andstøðu eru.

Men hetta tekur ikki burtur tað, at framman fyri okkum liggja beinanvegin stórmál av avgerandi týdningi fyri lívsmøguleikarnar her á landi.

Hesi mál og hesir spuringar skulu takast til viðgerðar og einhvør loysn fáast , og ójavnin, sum vera kann manna ímillum, tekur ikki ábyrgdina frá nøkrum av okkum á tingi ella í landsstýri til at fina skilagóðar loysnir, verða tær so ikki nøkrum av okkum fult til vildar.

Bæði í farna tingskeiði og teim undanfarnu hevur farið fram eitt samarbeiði eisini út yvir ta samgongu, sum aftan fyri landsstýrið hevur staðið. Tað skal vera ynski mítt, at eisini komandi landsstýri eydnast at fáa í lag eitt slíkt samarbeiði.

At enda vil eg siga, at stavnhaldið hjá hesum stýri verður at finna skilagóðar loysnir, og at eg biði tingið um at taka undir við hesum stavnhaldi.

Finna vit skilagóðar loysnir, fáa vit eisini eitt fyri Føroyar og fólkið her gróðraríkt skeið.«

Atli Dam hevur sitið nógv longst sum løgmaður í Føroyum. Fimm ferðir er hann valdur til løgmann – til samans sat hann í 18 ár og ein mánað

Landssrtýrismanningin januar í 1967: Sámal Petersen, Petur Mohr Dam og Kristian Djurhuus